Tíðindi/Greinar
23.07.2025
Klokkan er 08.00, og dagurin byrjar spakuliga. Vit eru klár. Morgunsangur er, og eftir morgunsangin vita vit, at vit skulu vera til reiðar at møta næmingunum. Eitt ynski um ein góðan morgun er aloftast tað, vit byrja vit – tað er einki betri enn at byrja dagin væl og við hesi lítlu heilsan. Tó kann henda ómakaleysa heilsanin fjala veruleikan. Ein veruleika við strongd, tíðartroti, kensluni av ikki at røkka tí, vit vilja og skulu.
Vit brúka nógva tíð at fylgja fakligu og sálarligu menningini hjá næmingunum. Men gloyma vit okkum sjálv í hesum meldrinum? Lærarayrkið er ikki eitt 8.00-16.00 starv, hóast tað á tímatalvuni sæst, at vit arbeiða til kl. 13.30, viðhvørt styttri og viðhvørt longur.
Tað, sum ikki sæst, er tað, sum fyllir mest í okkara yrki. Tað, sum ger, at vit veruliga fáa útint arbeiði okkara. Fyrireiking av undirvísing, rætting av uppgávum, samrøður við foreldur, samstarv við starvsfelagar og leiðslu, vegleiðing og sparring um næmingar, ið hava ein hvønn serligan tørv – eg kundi hildið á.
Vit skulu vera til reiðar at lofta næmingum, sum uppliva gleði, sorg, vónloysi, máttloysi og als ikki kenna seg motiveraðar. Allir næmingar hava rætt til, at vit røkka teirra tørvi. Allir næmingar hava uppiborið tað. Hetta er alneyðugt, um vit ætla okkum at fáa skúladagin at ganga og at fáa einstaka flokkin at rigga. Vit gera tað, tí vit skulu og tí vit vilja – vælvitandi um, at tað krevur nógv av okkum sjálvum.
Vit lærarar eru menniskju, sum hava tørv á at verða loftað, tá á stendur, tá alt ikki er, sum tað plagar, tá alt ikki riggar, júst sum ætlað og tá tað er vorðið ov nógv. Vit hava í roynd og veru sama tørv, sum næmingarnir hava. Vit lærarar mugu hjálpa hvørjum øðrum, tá á stendur.
Tað eru fleiri og fleiri lærarar, ið uppliva, at orkan ikki røkkur til, kenna til strongd og ynskja at velja onnur størv. Hetta er ikki ókent, tí í grannalondum okkara eru fleiri og fleiri, ið velja fólkaskúlan frá, tí tað verður kravt meir enn tað verður givið. Vit mugu fyri alt í verðini ikki koma í hesa støðu, tí fólkaskúlin og næmingarnir hava brúk fyri útbúnum lærarum.
Skúlin má ikki bara blíva eitt arbeiðspláss fyri læraran, skúlin skal vera ein góður, tryggur og mennandi felagsskapur. Tá hann er tað, tá fáa vit lærarar, ið trívast í yrkinum, og vit fáa næmingar, ið kenna seg væl og hava hug at læra.
Saman fáa vit skapt tann góða skúlan. Leiðslur skúlans hava ábyrgd at skipa fyri, at mentanin í skúlanum er góð og mennandi, so lærarar kenna seg væl og velja skúlan til. Tað skal vera pláss fyri øllum og mest av øllum pláss til at boða frá, tá eitthvørt er.
Lærarahópurin hevur eina ábyrgd at lofta hvørjum øðrum – veita eitt oyra, tá tørvur er á tí og veita eina hjálpandi hond, har tørvur er á tí, og um orkan er til tað.
Eitt skúli er fátækur, tá lærararnir ikki orka meira og ikki trívast.
Tá vit nú byrja aftur eftir eina væl uppiborna summarfrítíð, mugu vit rætta hvørjum øðrum eina hjálpandi hond, sum tryggjar, at øll hava tað gott í skúlanum. Tá lærarin trívist, tá mennist næmingurin.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan