Tíðindi/Greinar
15.11.2019
Aðalfundur var í Skúlavegleiðarafelagnum mikudagin í vikuni. Nýggja nevndin er Augusta Egholm Petersen, Torfinn Højgaard, Nina Brockie og Joan Johannesen. Tvey teirra eru nýggj í nevndini; í gomlu nevndini sótu nevniliga Augusta Egholm Petersen, Tina Purkhus og Torfinn Højgaard.
Umframt aðalfund var kunningardagur fyri skúlavegleiðararnar. Dagurin var hildin á Námi. Undirvísingarstýrið hevði framløgu um økta tímatalið til vegleiðaraarbeiðið skúlaárið 2019/2020; umframt var frágreiðing løgd fram um vegleiðingarstovuna, og Theodor E. D. Olsen, prestur, hevði fyrilestur. Dagurin endaði við, at formaður Føroya Lærarafelags, Jacob Eli S. Olsen, tók saman um.
Skúlavegleiðarafelagið er stovnað í 1999, sama ár sum skúlavegleiðingin byrjaði. Endamálið við felagnum er at arbeiða til frama fyri, at skúlavegleiðararnir hava skipað
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan