Tíðindi/Greinar
12.08.2025
Alt fleiri kommunur ynskja at seta matarskipanir í verk í skúlunum. Tá onnur lond, eitt nú Ongland og Finnland, settu slíkar skipanir í verk, var orsøkin, at alt ov nógv børn livdu í fátækradømi, tey fingu ikki mat heima allar dagar í vikuni. Fyri at tryggja at næmingarnir høvdu betri umstøður at mennast og læra, setti ríkistjórnin í hesum londum matarskipan í verk á skúlunum. Vónandi er støðan ikki eins álvarslig her heima hjá okkum. Tað kann hugsast, at eisini í Føroyum verða tað ikki óavmarkaðar upphæddir settar av til matarskipanir. Verða matarskipanir settar í verk við foreldragjaldi, so verða børnini, ið liva í fátækraváða, ikki betur stillað enn frammanundan.
Tað sýnist, at eitthvørt gott hugskot kann setast í verk, uttan at hugsa um, hvørja ávirkan tað hevur á skúlaskipanina. Tað er ongin loyna, at skúladagarnir eru skipaðir við tímatalvu. Tá matarskipanir verða settar í verk, so má fyrst og fremst hugsast um, hvør/hvørjar máltíðir skulu bjóðast í skúlanum, og hvussu máltíðirnar verða skipaðar. Síðani má tíð finnast til máltíðirnar.
Skal skúlin vera berandi súlan til góðan borðsið og gott matmót, so má tað skipast soleiðis, at tíð verður til máltíðirnar, og at umstøður í skúlunum eru bæði til reinføri hjá næmingunum og til at borðreiða. Tað er ikki nøktandi, at arbeiðsstaður og matstaður er tann sami. Eg kenni onki arbeiðspláss, har matpakkar ella matarskipanir verða borðreiddir á sama plássi, har arbeiðstakarin útførir sítt arbeiði. Tó er hetta alt ov vanligt í skúlunum. Allir skúlar eiga at hava eina matarhøll, sum verður nýtt til allar máltíðir í skúlanum. Eisini eigur skúlin at vera skipaður soleiðis, at næmingarnir vaska hendur áðrenn máltíðirnar.
Tá umstøðurnar til reinføri og matarstaður eru í lagi, so eigur eisini støða at verða tikin til, hvussu næmingarnir fáa rímiliga tíð til máltíðirnar. Vit eru ómetaliga ymisk av lyndi. Eisini eru vit ymisk, tá tað kemur til máltíðir. Nøkur klára seg við at hava stutta tíð til máltíðina, onnur hava tørv á munandi longur tíð. Í arbeiðstíðaravtaluni er ein teigur við heitinum “ansing í døgurasteðgi”. Her er viðmælt at luta 5 minuttir, tó er eitt mark við í mesta lagi 15 minuttir sett í skipanina. 5 minuttir afturat einum fríkorteri á 10 minuttir er helst tað, ið oftast verður brúkt. 15 minuttir til at vaska hendur, fáa sær mat og rudda upp eftir sær er ikki góð tíð. Serliga tá hugsað verður um, at skúlarnir eru illa útgjørdir, tá nógvir næmingar skulu vaska sær um hendurnar samstundis. Oftast verður reinførið tí lopið um. Sum skúli eiga vit at vera fyrimyndir, so tá vit grundgeva fyri týdninginum av borðsiði og matmóti, so eiga vit eisini sum skúli at vísa á týdningin av reinføri í sambandi við máltíðirnar.
Hvussu matarskipanir fara at virka, kann vera ilt at spáa um. Tó má eg viganga, at alt bendir á, at skúladagarnir skulu styttast, og við hesum verða færri undirvísingartímar til ymsu fakini, so eiga matarskipanir í fólkaskúlunum á ongan hátt at ávirka undirvísingartíðina hjá næmingunum. Hvussu matarskipanirnar fara at hildnast, fer tíðin at vísa. Vónandi fáa børnini, sum liva í fátækraváða, stóra gleði av skipanini, samstundis, sum foreldrini ikki verða kravd at gjalda.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan