Tíðindi/Greinar
24.07.2025
Í nøkrum av okkara grannalondum hava matarskipanir verið í skúlunum í nógv ár. Longu eftir krígslok í 40-árunum byrjaðu sviar at innføra eina dagliga skúlamáltíð, og í 1970 bjóðaðu allar kommunur í Svøríki ókeypis miðmála í skúlunum. Ein líknandi skipan er í Finnlandi, men í Noregi og Danmark, eins og hjá okkum, hava børnini enn mat við heimanífrá. Men hetta ætlar Tórshavnar Kommuna nú at broyta. Herfyri kom fram, at kommunan hevur í umbúna at seta eina matarskipan í verk í skúlunum í kommununi.
Men fyri at skipanin skal koma at virka rætt og skynsamt, tá ið hon vónandi og væntandi fer at hava fullan virknað, um møguliga eini tvey ár, heldur kommunan, at tað er neyðugt at gera nakrar royndir og kanningar fyri at vita, hvat krevst av slíkari skipan og ikki minst, hvør tørvurin er. Tað eru jú 10 fólkaskúlar í kommununi, og helst allir eiga at fáa møguleikan at vera við í skipanini.
Ætlanin er at byrja varliga, og tí vil kommunan fyrst gera eina royndarverkætlan í trimum skúlum við umleið 280 næmingum. Kommunan vil gera royndir við matarskipan til eina grunddeild, eina miðdeild í býarskúlum og til allar deildir í einum bygdarskúla. Talan verður um 1.-3. flokk í Eysturskúlanum, har tað eru 118 børn, 4.-6. flokk í Skúlanum á Fløtum, har tað eru 233 børn, umframt allan skúlan í Kollafirði, har tað eru 128 børn.
Men slík matarskipan kostar nógv, helst einar 31 milliónir árliga, verður mett. Tí er ætlanin, at tað skal vera eitt ávíst foreldragjald, og tað verður helst einar 500 krónur um mánaðin í 10 mánaðar, sum verður mett at geva 15,5 milliónir í inntøku. Sostatt verða 15,5 milliónir eftir hjá kommununi at rinda. Men tað er bara, um so er, at øll foreldur taka av tilboðnum, sum sjálvsagt er ivasamt. Nógv foreldur eru fíggjaliga sperd í dag og hava avgjørt ikki tørv á eyka útreiðslum. Nógv børn eru eisini meira og minni kræsin og eta bara tað, tey hava við heimanífrá.
Kommunan vísir annars eisini á, at í teimum nýggjaru skúlunum er kantina og hóskandi køkur til at gera nógvan mat í. Men tað er tað ikki í teimum eldru skúlunum, so har krevjast størri umvælingar og ábøtur, skal maturin gerast á staðnum.
Eisini verður víst á køkin í Skúlanum á Fløtum, har gjørligt er at gera mat til 700-800 børn. Mett verður, at har ber til at gera 450 døgurðar um dagin umframt meira av øðrum køldum mati. Møguliga kann allur maturin gerast har og síðani koyrast út í hinar skúlarnar, pakkaður og klárur at borðreiða fyri næmingunum. Hetta skal eisini kannast.
Kommunan metir, at ein royndarverkætlan við 500 børnum fer at kosta fimm milliónir krónur, men at foreldragjaldið fer at geva helvtina ella 2,5 milliónir í inntøku. Tó skal roknast við einum hægri kostnaði í royndartíðini, tí tað tekur tíð at seta slíka skipan í verk.
Tey eru eisini greið yvir, at støddin á foreldragjaldinum fer at hava stóra ávirkan á útreiðslurnar hjá kommununi. Men tað fer eisini at fáa stóra ávirkan á, hvussu nógv fara at brúka matarskipanina.
Áhugavert er annars ofta at síggja, hvat gransking sigur um evnið. Dan-Olof Rooth, professori á unversitetinum í Stockholmi, hevur granskað nógv á økinum. Hann vísir á, at børn, ið hava verið við í slíkari matarskipan, eru ein sentimetur hægri í miðal enn onnur børn, útbúgva seg longri og ganga oftari á hægri lærustovni, og inntøkan er á leið 3% hægri í miðal alt lívið, enn hjá børnum, ið ikki eru í matarskipan.
Við øðrum orðum. Tað lønar seg eisini í longdini viðvíkjandi heilsu, útbúgving og inntøku, um vit tryggja, at børnini fáa góðan mat, umframt at næmingarnir makta betur at fylgja undirvísingini, tá ið teir hava fingið føðslugóðan og heilsugóðan mat, leggur professarin aftrat.
Kanningar í Noregi vísa eisini aðrar fyrimunir við slíkari skipan. Umframt, at næmingarnir sum heild eta sunnari mat, eitt nú væl meira av fiski enn áður, er skipanin eisini við til at útjavna sosialar ójavnar. Serliga eru tað børn í láglønarfamiljum, ið fáa gagn av slíkari skipan.
Spennandi verður at fylgja royndunum, hvussu hildnast fer. Vit ynskja kommununi hepna hond og góðan byr við skipanini.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan