Tíðindi/Greinar

30.07.2025

Masterútbúgvingarnar í námsvísindum sera væl umtóktar

Fleiri enn 100 lærarar hava teknað seg at byrja á skeiðunum í masterútbúgvingini í námsvísindum á Námsvísindadeildini í heyst. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Seint í vár bjóðaði Námsvísindadeildin lærarum at tekna seg til stakskeið í nýggju masterútbúgvingini í námsvísindum. Umboð fyri Námsvísindadeildina vóru gestir á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum og greiddu frá skeiðunum, og tað var týðiligt, at áhugin millum lærarar og skúlastjórar var stórur. Vit kunnu rokna við, at upp ímóti 100 lærarar byrja á fyrstu skeiðunum, sum verða í heyst.

At tað eru nógvir lærarar, sum vísa skeiðunum áhuga, kemur ikki óvart á okkum í felagnum, tí tørvurin er stórur, og lærarar hava í langa tíð manglað møguleikar at víðari- og serútbúgva seg. Tá Námsvísindadeildin bjóðar viðkomandi skeið út til lærarar, so taka nógvir lærarar av møguleikanum, tí útbúgvingin er viðkomandi fyri dagligu uppgávuna hjá lærarunum, og tørvurin í skúlunum er stórur.

Masterútbúgvingin hevur fýra fakøki í fyrsta útboði; tey eru í kt-didaktikki og talgildisbúgvingflokslærarauppgávunináttúrufaksdidaktikki og inkluderandi sernámsfrøði. Lærarar kunnu lesa til master í einum av hesum fýra fakøkjunum ella sum frítt val, har trý stakskeið kunnu vera lisin innan ymisk fakøki.

Stakskeiðini, sum verða í heyst, eru tøknifatan og talgildisbúgvingflokslærarin og samstarvlívfrøðimál-, lesi- og skrivimenningmentanar- og málsligt fjølbroytni og konfliktfatan. Sum Lærarafelagið hevur skilt tað, so eru tað serliga nógvir lærarar, sum hava teknað seg til skeiðini um mál-, lesi- og skrivimenning og mentanar- og málsligt fjølbroytni. At serliga stórur áhugi er fyri hesum skeiðunum kemur ikki óvart á, tí tørvurin á lærarum at undirvísa í føroyskum sum annaðmál er serliga stórur í skúlunum.

Tað er stórur tørvur at serútbúgva lærarar til ymsu uppgávurnar í skúlanum. Í samrøðum í nýggjasta  Skúlablaðnum greiða umboð fyri orðblindalærarar, lesivegleiðarar, støddfrøðivegleiðarar og serlærarar frá, at tað mangla serútbúnir lærarar til hesi økini í skúlanum, og at fleiri av lærarunum, sum eru útbúnir, nærkast pensjónsaldri, so um fá ár verður støðan enn verri. Tí er tað gott og í tøkum tíma, at eftirútbúgvingarnar verða bodnar út.

Vit fegnast um møguleikarnar hjá lærarum at útbúgva seg til master í námsvísindum og vóna, at hesi skeiðini og útbúgvingin fara at halda fram. Komandi vár verða seks onnur skeið boðin út í røðini; vónandi verður endirtøkan eins góð.

Myndin er av førleikaøkjunum og stakskeiðunum, ið verða boðin út á masterútbúgvingini í námsvísindum á Námsvísindadeildini


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni