Tíðindi/Greinar

03.04.2024

Lærarin – ein týðandi lykil

Seinastu árini er arbeiðið við trivnaði farið at fylla alt meira í lærarastarvinum, og tað krevur nógv av læraranum. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað er gott og gevandi at vera lærari. Tað er ikki altíð lætt, verri enn so, men trívist tú sum lærari, er tað eitt gott og ikki minst týdningarmikið starv. Tað munnu vera fá, sum ikki halda, at lærarastarvið er eitt týdningarmikið starv. Orðaskifti er javnan um lærarastarvið og fólkaskúlan sum heild, og tað er gott og neyðugt. Meiningarnar kunnu vera ymiskar, men tá ið samanum kemur eru øll góð við fólkaskúlan og ásanna týdningin av lærarastarvinum.

Tað er heldur ikki av ongum, at hildið verður, at lærarin er týdningarmikil. Lærarin er ein týðandi lykil til, at skúlagongdin hjá næmingunum hepnast so væl sum gjørligt. Og hepnast skúlagongdin hjá einum næmingi væl, er longu nógv vunnið. Einki hendir tó av sær sjálvum, og tað liggur nógv arbeiði í, at skúlagongdin eydnast væl. Í góðum samstarvi við foreldrini leggja lærarar nógva orku í, at hvør einstakur næmingur skal trívast væl, og at umstøðurnar hjá næminginum at læra eru so góðar sum gjørligt.

Tá ið arbeitt verður við menniskjum, er ikki altíð, at alt gongur eftir einari beinari linju. Viðhvørt stingur okkurt seg upp hjá næmingum, sum ger, at stígur kemur í. Tað vil so vera, men við miðvísum arbeiði hjá læraranum og í neyvum samstarvi við foreldrini eydnast tað tíbetur sum oftast at fáa skúlagongdina aftur á beint. Og av tí at skúlagongdin er ein so stórur partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum, er tað so ótrúliga umráðandi, at hon eydnast.

Seinastu árini er arbeiðið við trivnaði farið at fylla alt meira í lærarastarvinum, og tað krevur nógv av læraranum. Hesin parturin av starvinum er ásettur í endamálsorðing fólkaskúlans, so spurnartekn verður ikki sett við, um lærarin skal taka sær av hesum arbeiði. Tað gera lærarar púra natúrliga. Teir eru útbúnir til hendan partin av starvinum og hava førleikan at útinna hetta arbeiðið.

So stóra avbjóðingin liggur ikki í, at tað er trupult hjá læraranum at taka sær av hesum arbeiði, men heldur at hann hevur umstøður til at røkja hetta arbeiðið. Tað er ofta drúgført at arbeiða við t.d. trivnaði, og lærarin má hava stundir og umstøður til hetta. Men samstundis er lærarin síðstu árini av landsins myndugleikum trýstur til at undirvísa fleiri tímar, og tað gongur ikki í longdini. Harafturat eru flokkarnir í fleiri førum alt ov stórir, og tað bøtir sjálvandi ikki um støðuna.

Bogin kann bara spennast til eitt vist – einaferð brestur. Batin ella loysnin nýtist heldur ikki at vera so torfør. Heilt einfalt snýr tað snýr seg um at fáa fleiri lærarar um færri næmingar, og tað kann t.d. gerast við einari tvílæraraskipan, sum er nógv meira umfatandi enn tann, sum er í dag.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni