Tíðindi/Greinar
11.01.2022
Sá beint eftir nýggjár eina áhugaverda grein inni www.folkeskolen.dk, sum sanniliga eisini er viðkomandi fyri føroysk viðurskifti. Her hevði ein lærari skrivað eina grein, har hann hevði gjørt eina lista fyri farna árið við ymiskum evnum, sum høvdu stungið seg upp í miðlum, kjaki og á sosialum miðlum. Alt, sum var á listanum, var sovorðið, sum fólk hildu hoyra heima á tímatalvuni hjá næmingum í fólkaskúlanum. Og listin var langur, rættiliga langur. Har vóru yvir 100 evni nevnd, ja, tú las rætt, har fólk hildu, at skúlin skuldi taka sær av tí, sum varð umrøtt.
Ein slíkur listi er sjálvandi partvíst skrivaður til undirhalds, men tað er kortini eisini ein ávísur álvari aftanfyri. Vit kenna tað øll aftur, hvussu skjótt tað bara blívur til, at skúlin skal taka sær onkrum, sum er frammi í samfelagnum eitt ávíst tíðarskeið. Ofta tað hendir tað bara av sær sjálvum, uttan at fólk geva sær far um tað.
Men hvussu skulu vit so taka tað, tá ið slíkt verður sagt? Onkuntíð kunnu lærarar kanska troyttast av at hoyra um alt, sum skúlin skal taka sær av, tí mark er sjálvandi fyri, hvussu nógv kann trýstast inn í fólkaskúlan. Har er longu trongligt, sum er. Í fólkaskúlalógini verða fleiri kravd undirvísingarevni nevnd, og tey verða sjálvandi viðgjørd í undirvísingini. Harafturat verða fleiri onnur evni tikin upp, alt eftir hvat rørir seg úti í samfelagnum.
Hinvegin so vísir hetta okkum óivað eisini, hvussu stóran leiklut skúlin og lærarar hava í dagsins samfelagi. Í nógvum førum tykist tað púra natúrligt at koma til ta niðurstøðu, at tað umrødda evnið er nakað, sum lærarar og skúlin áttu at tikið sær av. Og tað kemst allarhelst av, at fólk líta á lærararnar og skúlan. Tað kunnu vit taka sum eitt herðaklapp, og tað er eisini eitt sjónligt prógv um, at fólk hava álit á lærarunum og fólkaskúlanum.
Eitt annað er so tað, at tað óivað hevði verið skilagott at havt eitt orðaskifti um, hvat vit í grundini vilja hava at vera í føroyska fólkaskúlanum. Tað ber neyvan til at avmarka seg til ein fullkomnan lista við tí, sum skal fara fram í skúlanum, tí skúlin er livandi. Hann flytur seg alla tíðina og lagar seg eftir tíðini og samfelagnum annars. Men tað hevði nokk einki gjørt, um vit av og á steðgaðu á og viðgjørdu, hvat virksemi í høvuðsheitum skal vera í skúlanum, og hvørjar uppgávur skúlin skal taka sær av. Tað skal sjálvandi ikki vera nakar tíðarleysur fasittlisti, men kanska heldur okkurt slag av eftirmeting av tí, sum vit gera og fáast við dagliga.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan