Tíðindi/Greinar

21.01.2020

Hasum eigur skúlin at taka sær av!

Ikki so sjáldan hoyra vit hasa útsøgnina. Okkurt stingur seg upp í gerandisdegnum, eitt nýtt rák ella eitt nýtt fyribrigdi, og so er tað næstan av sær sjálvum, at sagt verður, at skúlin má taka sær av tí. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Eitt feskt dømi var í síðstu viku í Degi og viku. Har hoyrdu vit um eitt annars frálíkt tiltak um barnarættindi. Væl var greitt frá hesum góða tiltaki, og fleiri samrøður vóru við bæði fyriskiparar og luttakarar. Eisini í hesum førinum bleiv sagt, at fólkaskúlin átti at tikið sær av hesum og havt tað sum ein natúrligan part av dagligu undirvísingini tíðliga í skúlagongdini.

Eri sum so ikki ósamdur í hesum, tí hetta eru týðandi viðurskifti at at verða kunnaður um, bæði hjá vaksnum og ikki minst hjá børnunum sjálvum. Júst í hesum førinum hugsi eg tó eisini, at evnið, sum varð umrøtt, barnarættindi, man vera eitt evni, sum nógvir lærarar munnu hava viðgjørt á einhvønn hátt í undirvísingini. Í lærugreinini samfelagsfrøði er upplagt at viðgera slík evni, men eisini í øðrum lærugreinum eru barnarættindi eitt evni í lærubókunum, til dømis í enskum. Tískil er akkurát hetta evnið ikki púra fremmant fyri næmingarnar, um onkur skuldi hildið tað.

Hetta dømið við barnarættindum er bara eitt av mongum. Líta vit nøkur ár aftur í tíð, tá ið rákið við snildfonum og teldlum av álvara tók dik á seg, varð beinanvegin havt á munni, at skúlin skuldi hava týðandi leiklut at hjálpa næmingunum at brúka nýggju tøknina skynsamt. Tað hevur skúlin so eisini gjørt síðani, men tað kann ongantíð vera ábyrgdin hjá skúlanum einsamøllum. Foreldur og familja annars mugu sjálvandi eisini taka síni tøk, og tað gera tey tíbetur eisini.

Onkuntíð kunnu lærarar kanska troyttast av, at tað soleiðis verður so nógv, sum skúlin skal taka sær av, tí mark má vera fyri, hvussu nógv kann trýstast inn í skúlaskipanina. Har er longu trongligt, sum er. Í fólkaskúlalógini verða nøkur kravd undirvísingarevni nevnd, til dømis ferðsla, og hesi kravdu evni verða sjálvandi havd í huga, tá ið undirvísingin verður løgd til rættis. Til ber eisini at taka onnur evni upp, alt eftir hvat rørir seg úti í samfelagnum, og tað verður eisini gjørt regluliga.

Hinvegin so vísir hetta okkum sanniliga eisini, hvussu stóran leiklut skúlin og lærarar hava í dagsins samfelagi. Álitisváttan er eitt nokk so stórt orð at brúka, men í øllum førum tykist tað soleiðis, at fólk líta á lærararnar og skúlan, tá ið so nógv ymiskt verður borið inn um skúlans gátt og litið okkum upp í hendur. Tað kunnu vit taka sum eitt herðaklapp, og óivað sigur hetta okkum eisini, at tað, sum vit gera dagliga, neyvan man vera heilt av leið.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni