Tíðindi/Greinar
16.06.2025
Hetta er tíðin, tá ið læraralesandi eru til seinastu próvtøkuna, og um stutta tíð standa tey við prógvi í hondini og í nýggjum starvi, klár at ganga á læraraleiðini. Eitt eyðkenni fyri nýútbúnu lærararnar er, at tey eru spent og eldhugað at sleppa at royna seg og vónandi halda fram við sama neista eitt langt arbeiðslív.
Ein góður lærari er eyðkendur av at hava orku og áræði, og um næmingarnir kenna, at lærarin er spentur í fakinum og áhugaður í næmingunum, so gongur tað næmingunum væl. Samstundis er lærarastarvið krevjandi, og uppgávan er at geva frá sær. Lærarin kann heldur ikki rokna við, at hvør dagur lukkast, tí tað eru týðandi tættir, ið lærarin onga ávirkan hevur á, sum kunnu gera av, um tað gongur sum ætlað ella ikki. Hetta kann kennast tungt, og tað kann stundum tæra av sinninum hjá læraranum.
At vera lærari er at geva frá sær, so lærarar mugu hava yvirskot, tí tað ber ikki til at geva av einum undirskoti. Við hesum í huga mugu skúlastjórar og skúlafyrisitingin vera áhugað í lærarunum og fylgja við og fylla á, so at lærarin kann varðveita yvirskotið eitt langt arbeiðslív.
Tað er langt síðan, at skúlamyndugleikin hugdi til lærararnar. Í kanningum, ið hava verið seinastu nógvu árini, eru næmingarnir spurdir, hvussu tað gongur hjá teimum. Tað er gott, at vit hava næmingakanningar, men tað er eisini neyðugt at spyrja lærararnar, hvussu tað gongur hjá teimum. Seinasta kanning, har lærarar vórðu spurdir, var TALIS-kanningin í 2013.
Nógvar broytingar hava verið í skúlanum síðan 2013. Tøknin hevur fingið fastatøkur, nógv undirvísingartilfar er talgilt, teldur eru til tey flestu, og nógvir næmingar hava nú snildfonina sum sín fremsta felaga. Aftrat tí er talið av serflokkum vaksið, og nú eru tað nógv børn, sum ikki kenna føroyskt. Men hóast hesar stóru broytingarnar í skúlanum er eingin kanning gjørd, har lærarin er spurdur, hvussu tað gongur.
Skúlastjórar, ið eru stjórar hjá lærarunum, kunnu taka fyrsta stigið. Ein máti at vísa lærarunum áhuga er starvsfólkasamrøður. Hetta er vanligt á fleiri arbeiðsplássum, men ikki ein sjálvfylgja í skúlunum. Ein annar táttur er arbeiðsplássmetingar, har lærararnir svara spurningum um arbeiðsumhvørvið, sum leiðslan síðan kann meta um saman við lærarunum fyri at gera neyðug átøk. Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur boðið skúlastjórum hjálp at leggja lag á at nýta hetta amboð; vónandi taka fleiri stjórar av tilboðnum.
Undirvísingarstýrið varðar av øllum skúlum og hevur á tann hátt eina ábyrgd av øllum lærarum. Lærarin er fremsti liður í arbeiðinum fyri, at næmingarnir fáa eina góða skúlagongd, men hóast hetta, so hevur stýrið ikki víst læraranum áhuga við at spyrja, hvussu tað gongur, um vit skulu meta út frá gjørdum kanningum. Tí eru eini ráð til stýrið at spyrja læraran fyri at fáa eyga á, hvat rørir seg í skúlanum, og fyri at vita, hvussu lærarin hevur tað. At luttaka aftur í TALIS-kanningina hevði verið eitt skilagott stig.
Námsvísindadeildin útbýr flestu lærararnar, men tað er lítið samband við lærararnar eftir lestrartíðina. Tað kundi verið ein fongur, um Námsvísindadeildin eisini vísti lærarunum áhuga, eftir at teir eru útbúnir. Tað kundi verið við regluligum sambandi, har deildin spurdi, hvussu tað gekk. Hetta kundi eisini givið Námsvísindadeildini góða vitan.
Tey læraralesandi, ið verða útbúgvin í ár, eru eisini lærarar um 30 ár. Vit kunnu illa ímynda okkum, hvussu samfelagið og skúlin fara at síggja út í 2055, so sjálvandi má arbeiðsgevarin vísa áhuga fyri lærarunum, ella hava teir lítlan møguleika at varðveita neistan. Tí mugu tey, sum hava ábyrgdina av lærarunum, vísa teimum áhuga og gera kanningar, sum javnan spyrja: Góði lærari, hvussu gongur.
Oddagrein í Skúlablað nr 3, 2025.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan