Tíðindi/Greinar
03.07.2025
Eftir at limir í Føroya Lærarafelag vóru í samhugaverkfalli við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fríggjadagin 3. november 2023 frá kl. 7.00 til kl. 17.00, er Lærarafelagið dømt at gjalda Fíggjarmálaráðnum 250.000 krónur fyri at bróta tíðarfreistina, sum er fyri fráboðan av einum samhugaverkfalli. Felagið valdi at sýna sjúkrarøktarfrøðingunum samhuga, eftir at landsstýrið grundleggjandi hevði gjørt seg inn á verkfalsrættin.
Tá landsstýrið ígjøgnum løgtingið lóggav sær undantøk, so at sjúkrarøktarfrøðingar í lógligum verkfalli máttu aftur til arbeiðis, fóru fleiri fakfeløg í samhugaverkfall. Og tá álopið hjá landsstýrinum á verkfalsrættin var av so grovum slag sum hesaferð, valdu øll feløgini at bróta fráboðanarfreistina við at boða frá samhugaverkfalli við styttri freist enn ásett í avtalu. Av øllum feløgunum, sum brutu fráboðanarfreistina, var tað bara Føroya Lærarafelag, sum var sektað við bót.
Felagið hevur einaferð áður verið í samhugaverkfalli, har fráboðanarfreistin heldur ikki var hildin. Ta ferðina mátti felagið rinda 25.000 krónur í bót.
Føroya Lærarafelag er bundið av eini høvuðsavtalu, men høvuðsavtalan kom í lag, langt áðrenn vit fingu skipað Fasta gerðarættin. Í Fasta gerðarættinum er eingin heimild at geva pørtunum bót, og tað var og er breið semja millum allar partar á arbeiðsmarknaðinum, at tað skal ikki vera ein skipan við bót í Føroyum, sum tað til dømis er í Arbeiðsrættinum í Danmark. Í Føroyum skuldu vit hava okkara egnu skipan. Tí er tað margháttligt, at Fíggjarmálaráðið á hendan hátt fastheldur Lærarafelagnum í eini skipan við bót, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum annars hava avtalað, at vit ikki vilja hava.
Tað átti ikki at komið óvart á politisku skipanina, at fakfeløgini svaraðu aftur, tá landsstýrið á hendan hátt valdi at gera seg inn á verkfalsrættin við at fara í løgtingið at lóggeva sær undantøk, so at nøkur fólk í verkfalli máttu aftur til arbeiðis. Fakfelagssamstarvið hevði ávarað og átalað ætlanunum hjá landsstýrinum at skerja verkfalsrættin hjá fakfeløgunum við at fara í tingið á hendan hátt. Boðini vóru greið, at hetta er eitt beinleiðis álop á alla fakfelagsrørsluna, og tá verður hetta sostatt ikki longur bara ein ósemja millum Fíggjarmálaráðið og eitt fakfelag.
Felagið hevur goldið Fíggjarmálaráðnum ásettu bótina, men Fíggjarmálaráðið rættar ikki sínar feilir. Eftir at lærararnir høvdu verið í samhugaverkfalli, gav Fíggjarmálaráðið boð um at trekkja lærararnar í løn eftir einum nýggjum leisti, sum heimild ikki var fyri at gera. Felagið mótmælti hesum, og Fíggjarmálaráðið hevur viðurkent, at lærararnir vóru trektir í løn á skeivum grundarlagi, men enn hevur Fíggjarmálaráðið ikki goldið lærarum lønina aftur, sum av órøttum var trekt vegna samhugaverkfallið.
Føroya Lærarafelag vil røkja sínar skyldur, men at felagið skal hava verri umstøður enn onnur fakfeløg at fara í samhugaverkfall, og at felagið skal haldast í eina gamlari skipan við bót sum í danska Arbeiðsrættinum, tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum hava avtalað, at vit ikki skulu hava nakra skipan við bót á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, er á ongan hátt rætt.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan