Tíðindi/Greinar

15.07.2025

Fyrr var tað a, á, b, d, nú er tað GPT

Skúlin hevur ikki bara brúk fyri stummum skipanum – skúlin hevur brúk fyri lærarum, sum vita, hvat tað merkir at lesa og vita, hvat tað merkir at læra frá sær. Tøknina kunnu vit ikki ræðast, tí hon er har og fer ongan veg. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Allarhelst trallaðu fleiri tykkara fyrstu ramsuna, júst sum vit hava lært hana, og sum vit framvegis læra næmingar hana. Seinnu bókstavirnir fáa vit ikki trallað. Teir eru har. Teir standa har. Teir eru tað, teir eru. Ongar kenslur, júst sum tólmenni sum ChatGPT og aðrar útgávur av vitlíki ikki hava.

Tá vit á fyrsta sinni hittu Vitlíki, bar illa til at brúka vitlíki á føroyskum, tí tað var, snøgt sagt, ikki gløgt nokk til samskifti á okkara máli. Nú, nøkur fá ár seinni, er vitlíki ment so mikið væl, at tað væl ber til at samskifta við henda snilda bottin.

Vit vita væl, hvat skipanin kann, hvat skipanin ger, og men vit vita ikki, hvussu hon í framtíðini fer at virka. Fer hon at gera okkum lærarar arbeiðsleysar? Nei, tað fer hon ikki, tí eitt samfelag hevur tørv á lærarum, sum eru menniskju, ikki robottar.

Tað er eingin ivi í, at vitlíki er eitt gott hjálparamboð – fyri okkum lærarar og fyri næmingar.

Vit skulu ikki ræðast, men upplýsa og vegleiða. Skulu vit upplýsa og vegleiða, so er tað av stórum týdningi, at vit fáa vegleiðing sjálvi. Eg sakni at fáa vegleiðing og upplýsing, hvussu eg, á bestan hátt, kann brúka skipanina, og hvussu eg, á bestan hátt, kann læra næmingarnar at brúka skipaina.

Hetta kom fram í bólkakjaki við onnur norðurlendsk lærarafeløg, sum eg var á skeiði saman við. Øll høvdu roynt tøknina, øll ynsktu at gerast tryggari í henni, men eingin kendi seg ílatnan at brúka hana.

Sjálvur havi eg brúkt hana í undirvísingini í 9. flokki. Hon var brúkt sum liður í at greina og tulka eina skaldsøgu, vit lósu. Næmingarnir fingu til uppgávu at fylgja persónunum í bókini væl. Alt, vit fingu at vita, skuldi skrivast niður, og tá vit vóru liðug at viðgera bókina, sluppu tey at framleiða myndir av persónunum við vitlíki. Hetta eydnaðist sera væl, og vit øll fingu væl burturúr. Hetta er ein arbeiðsháttur, men hvat við øllum hinum, sum vit ikki kenna?

Tað er komið fyri, at næmingar brúka vitlíki til at framleiða stílar o.a. uppgávur. Tá verður skipanin misbrúkt. Hvussu kunnu vit læra at brúka skipanina, soleiðis at hon kemur at stuðla, júst sum greiningarfrymlar, orðabøkur o.a., heldur enn at framleiða?

Vitlíki er komið fyri at vera, tað er eingin ivi um tað, men tá vit eru so óroynd og óupplýst, tá er skipanin meira til ampa enn gagns. Tískil mugu vit fáa skipað tað soleiðis, at vit verða ílatin til at búgva næmingarnir at ferðast í hesum heimi.

Okkara leiklutur sum lærarar verður ikki minni týdningarmikil orsakað av vitlíki.
Vit skulu minnast til, at tólið kann svara, men klárar ikki at vita, tað klárar at skriva, men ikki at skilja, men tað kunnu og duga vit.

Skúlin hevur ikki bara brúk fyri stummum skipanum – skúlin hevur brúk fyri lærarum, sum vita, hvat tað merkir at lesa og vita, hvat tað merkir at læra frá sær. Tøknina kunnu vit ikki ræðast, tí hon er har og fer ongan veg.

Læraraleikluturin hevur ongantíð verið so týdningarmikil á hesum økinum sum júst nú, tí tørvar okkum upplæring, upplýsing og uppaling á økinum.

Vit koma altíð at tralla a, á, b, d, tí tað er og verður ein partur av skúlagongdini og førleikanum at lesa, skriva, rokna, skilja og so framvegis.

Tó skulu vit fyrireika okkum til ein gerandisdag, har trallaríið kemur at renna við síðuna av GPT-num. Vit, lærarar, koma at standa í miðjuni. Vit kenna okkara virði og kenna okkara leiklut. Tað er tað, sum kemur at gera munin. Vit verða ikki skift út, men vit mugu latast í til framtíðina.

 

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni