Tíðindi/Greinar
16.09.2025
Í farnu viku hoyrdu vit um, hvussu Eiðis skúli hevur skipað seg, tá ið tað snýr seg um lærugreinarnar, sum vanliga verða nevndar handaverk og list. Skúlastjórin greiddi í Kringvarpi Føroyum serstakliga væl frá, hvussu tey hava samantvinnað skúlan og sjálvt bygdarlívið á staðnum. Av sonnum hugvekjandi at hoyra og óivað gevur tað øðrum skúlum og lærarum blóð á tonnina.
Áðurnevnda dømið av Eiði er bara eitt dømi av mongum, tí tað hendir nógv spennandi í føroyska fólkaskúlanum. Siðvanda undirvísingin fyllir sjálvandi sín part, sum hon eigur í einum skúla, men tað eru eisini nógvar aðrar løtur, har vikið verður frá vanligu undirvísingini. Undirvísing, har allir næmingarnir sleppa at royna seg á ymiskum mótum. Talan kann vera um evnisdagar, evnisvikur, útferðir, seturrsskúlar og mangt annað. Ja, tað er einans hugflogið, sum setur mørk.
Og ofta eru tað júst dagar og løtur í slíkum undirvísingarstøðum sum tann í Eiðis skúla, sum festa seg hjá næmingum og standa fast í minninum, tá ið teir einaferð líta aftur á skúlagongdina. Sjálvt um næmingarnir helst ikki eru greiðir yvir tað í sjálvari undirvísingarstøðuni, læra teir alt møguligt. Ein partur av lærdóminum kann vera fakligur, men tað er so nógv annað, sum næmingarnir læra uttan at geva sær far um tað. Tað kann t.d. vera okkurt verkligt, handaligt ella samstarv. Allir hesir tættir eru viðkomandi førleikar at ogna sær.
Vanliga floksundirvísingin í floksstovuni eigur sín sjálvsagda lut í einum skúla, tí tað er har, grundarlagið verður lagt til sjálva undirvísingina og læringina. Hon er bulurin í allari skúlagongdini. Saman við øðrvísi undirvísing og øðrvísi skúladøgum tryggjar hesin bulurin næmingunum eina fjølbroytta skúlagongd, har umstøðurnar at læra, mennast og trívast eru í hásæti.
Annars er tað ikki so ofta, at vit hoyra um tílíkar sólskinsøgur sum tann í Eiðis skúla, tíverri. Tí eg ivist onga løtu í, at tað trýtur ikki við líknandi dømum kring landið. Uttan iva munnu mangir aðrir skúlar í Føroyum fáast við nógv spennandi, sum almenningurin ikki hoyrir um. Søgur, sum ikki koma fram í miðlunum. Hesar søgur áttu eisini at verið sagdar, tí tað eru veruliga nógvar góðar og gevandi løtur í fólkaskúlanum.
Tað hevði einki gjørt, um ljós eisini varð varpað á alt tað góða, sum fer fram í skúlanum. Tí tað er so avgjørt ikki einki.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan