Tíðindi/Greinar

22.08.2025

Burtur við landsroyndunum

Tað er undranarvert, at skipanin ikki vísir lærarunum so mikið av áliti, at teir eru førir fyri at meta um førleikan hjá næmingunum í nøkrum ávísum lærugreinum. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Landsroyndirnar hava sína heimild í fólkaskúlalógini, og í reglugerð um landsroynd frá 2019 stendur sum tað fyrsta, at “Mentamálaráðið skipar árliga fyri landsroynd til tess at meta um førleikan hjá næmingum fólkaskúlans í ávísum lærugreinum.”

Sambært hesum er tað altso neyðugt, at Mentamálaráðið, í dag Barna- og útbúgvingarmálaráðið, skipar fyri landsroynd í 4. og 6. flokki í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni til tess at kunna meta um førleikan í hesum lærugreinum. Er tað veruliga neyðugt, at landið skipar fyri hesum landsfevnandi royndum, ella kundi tað kanska hent seg, at førleikin at meta um førleikan hjá næmingunum longu er til staðar úti í skúlunum?

Svarið er eitt rungandi ja. Sjálvandi er tann vitanin og førleikin til staðar úti í skúlunum. Lærararnir, sum dagliga undirvísa næmingunum, duga sjálvandi væl at meta um, hvussu fakliga støðan er hjá næmingunum. Tað er ikki neyðugt við einari landsroynd til at staðfesta tað.

Tað er undranarvert, at skipanin ikki vísir lærarunum so mikið av áliti, at teir eru førir fyri at meta um førleikan hjá næmingunum í nøkrum ávísum lærugreinum.

Lærararnir í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni vita akkurát, hvar næmingarnir flóta í teimum ymisku lærugreinunum. Og um lærarin ivast ella kanska bara vil lata næmingarnar royna seg í onkrum, sum líkist einari roynd, ja, so ger hann tað. Tað er einki hokus pokus í at skipa fyri einari støðuroynd í einari lærugrein. Tað klárar lærarin, og lærarin er sjálvandi eisini førur fyri at kunna foreldrini um støðuna. Tað er ein natúrligur partur av lærarastarvinum.

Og landsroyndin er í mangar mátar órógvandi fyri næmingarnar. Tað er kanska lætt at siga, at talan er ikki um nakra próvtøku, men hetta er “bara” ein roynd, men soleiðis er veruleikin ikki úti í skúlunum. Tað fyllir óneyðuga nógv hjá næmingunum, at teir skulu til hesa vælsignaðu landsroynd. Skilt á tann hátt, at teir brúka nógva orku at hugsa um hesar royndir, og í nógvum førum blívur tað eisini til stúran. Næmingarnir kenna tilvitað ella ótilvitað eitt ávíst trýst á sær at klára seg væl í hesum royndum.

Tað er spell, at næmingarnir í staðin fyri at kunna hugsavna seg um undirvísingina í lærugreinunum longu sum 10 ára gamlir skulu stúra fyri royndum í fólkaskúlanum. Tað eru ovmikið av royndum og próvtøkum upp ígjøgnum alla skúlaskipanina, sum fara at elva nógvum næmingum nógv høvuðbrýggj, so at byrja við royndum longu í 4. flokki er neyvan mennandi fyri næmingarnar. Og gagnligt fyri trivnaðin sum heild er tað heldur ikki.

Tað fer eisini nógv tíð til landsroyndina í 4. og 6. flokki. Tað ber ikki til bara knappliga at senda næmingarnar til landsroynd. Næmingarnir mugu fyrireikast og kenna skipanirnar, sum teir skulu brúka. Tað krevur fitt av tíð at gera tað, og hetta er tíð, sum kundi verið brúkt til nógv annað, sum gav betri meining enn landsroyndir.

Nú hevur verið skipað fyri landsroyndum í næstan 20 ár, og óivað er tíðin komin til at staðfesta, at hatta var tað. Í hesum tíðarskeiði, landsroyndirnar hava verið, hava heldur ikki verið nógvar røddir frammi, sum hava talað fyri teimum. Heldur tvørturímóti. Hjá mongum hevur verið trupult at síggja, hvussu landsroyndirnar hava flutt føroyska fólkaskúlan fram á leið.

Lærarin hevur førleikan at meta um førleikan hjá næmingunum, og neyvan verður missurin stórur, um landsroyndirnar verða tiknar av.

Sjónarmið hevur staðið í Skúlablað nr 4, 2025, sum júst er komið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni