Tíðindi/Greinar

27.05.2024

Breið semja um floksstøddina

Í síðstu viku bleiv uppskotið um at lækka floksstøddina í fólkaskúlanum til 22 næmingar loksins samtykt. Einmælt samtykt. Tórhallur við Gil, næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar.

Flokshámarkið fer sostatt at vera 22 næmingar, og í onkrum undantaksføri kann skúlastjórin lata vera við at býta flokkin í tvey, um næmingatalið fer upp um 22. Í slíkum føri fær skúlin tó játtaðar tímar til tveir flokkar, soleiðis at tveir lærarar vera í flokkinum samstundis. Skipanin við broyttari floksstødd verður galdandi frá skúlaárinum 2025-26. Tá vera í mesta lagi 22 næmingar í 1. flokki, og síðani verður skipanin endaliga sett í gildi eftir níggju ár.  

Tað er hugaligt, at eitt samt Løgting vil geva fólkaskúlanum betri umstøður, tí tað er ikki á hvørjum degi, at vit síggja breiðar, politiskar semjur. Tað hendi tó hesa ferð, og henda broyting fer at gagna bæði næmingum og lærarum. Við nýggju lógarbroytingini fara vit at sleppa undan stóru flokkunum við 26 næmingum og fara niður á í mesta lagi 22 næmingar. Tað munar væl og er eitt gott stig á leiðini at bøta um umstøðurnar í fólkaskúlanum.

Tað var tó ikki bara bara at koma fram til júst hetta uppskotið, sum bleiv einmælt samtykt. Fyrst var eitt upprunauppskot lagt fram, men tað uppskotið er nógv broytt í teimum trimum tingviðgerðunum, sum hava verið. Føroya Lærarafelag mælti alment staðiliga frá, at uppskotið bleiv samtykt, sum tað var orðað. Hetta tóku tingfólk í álvara og broyttu uppskotið fólkaskúlanum at frama. Tað er ikki gerandiskostur, at slíkar broytingar verða gjørdar ímillum 2. og 3. viðgerð.

Í hesum málinum er gott at staðfesta, at tingfólk lurtaðu og vóru sinnað at broyta tað, sum broytast skuldi. Í nevndarviðgerðini í Løgtingsins mentanarnevnd lógu tvey uppskot á borðinum, eitt meirilutauppskot og eitt minnilutauppskot. Kortini ásannaði nevndin, at í veruleikanum vildu meirilutin og minnilutin tað sama, og tí átti ein samd mentanarnevnd uppskotið, sum bleiv einmælt samtykt eftir triðju viðgerð.

At lækka floksstøddina var eitt av tilmælunum í stóra tilmælinum um broytingar í fólkaskúlalógini, sum varð handað landsstýrismanninum fyri einum ári síðani. Tað er gott, at tað eydnaðist at samtykkja tað einmælt, og nú er bara at halda fram við tí næsta. Í tilmælinum um lógarbroytingar í fólkaskúlalógini er nógv annað at tríva í, og nú tá ið uppskotið um at lækka floksstøddina varð samstykt, vístu tingfólk í verki, at tey eru sinnað at lurta og bøta um korini í fólkaskúlanum.

Vónandi síggja meira av hesum, tá ið fólkaskúlin aftur verður á skrá í tinginum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan