Tíðindi/Greinar
14.08.2025
Bygnaðurin í skúlununum, hvat tíma- og lærugreinabýti viðvíkir, skal sjálvsagt fylgjast sambært galdandi lóg. So hóast høvuðbrýggj her og har og ynski um broytingar, er einki at koma eftir, so leingi lógin ikki verður broytt. Politiska skipanin hevur tó arbeitt við tillagingum á økinum og hevur so nú, hóast færri broytingar enn ætlað, sett nakrar broytingar út í kortið. Nú eftir summarfrítíðina verður eitt nú gjørligt hjá skúlum at brúka upp til fimm tímar um vikuna til at menna sang og tónleik og aðrar lærugreinar innan handaverk og list, vallærugreinaskipan og at seta inn í flokkum við øktum læraratímum, sum tað stendur í lógartekstinum. Hetta er ein varislig broyting, sum vónandi og væntandi verður til tað betra. Hetta má tó roynast av og tillagast í styttri ella longri tíð, áðrenn vit vita, hvussu vit fáa skipanina sum best at rigga.
Men beinagrindin í lógini frá 1997 má sjálvsagt framvegis haldast. Har verður eitt nú staðfest, at 8. og 9. flokkur hava 28 kravdar undirvísingartímar um vikuna. Hetta bleiv tó seinni, í roynd og veru, til 31 tímar, tí fyri nøkrum árum síðani kom nýggj lærugrein, samfelagsfrøði, inn við tveimum eyka tímum, umframt alis- og evnafrøði við einum tíma, ímeðan eingin tími fór burturav. Hetta gjørdi sjálvsagt, at tímatalvan gjørdist alt og stór, tí við valfakum høvdu flestu næmingar nú 37-39 tímar um vikuna. Teir gingu, og gera tað parvís enn, í skúla næstan hvønn dag til kl. 15.30. Hetta stressar og troyttar ofta næmingar nógv.
Hendan skipan ger, at fakið týskt ofta stendur fyri skotum, tí tað eru fýra tímar á tímatalvuni um vikuna, sum er trong frammanundan. Alis- og evnafrøði er tríggjar tímar, og so er fult. Nakrir næmingar hava so tveir tímar aftrat í onkrum musiskum-handaligum faki. Hví skal týskt vera fýra tímar um vikuna, spyrja nógv og av røttum, haldi eg.
Størsti skúli í landinum, Skúlin á Fløtum, fekk fyri tveimum árum síðani, eitt trý ára royndarloyvi at minka tímatalið munandi. Eingin næmingur skuldi hava meira enn 30 undirvísingartímar tilsamans um vikuna. Aðrir skúlar hava gjørt nakað tað sama. Hetta merkir færri tímar í flestu fakum. Nøkur kunningarfak hava bert ein tíma um vikuna, og einki fak hevur meira enn tveir tímar um vikuna, undantikið sjálvsagt støddfrøði og føroyskt, sum framhaldandi hava fimm tímar í part. At nakrar fakligar neyðsemjur mugu gerast her og har, er eyðvitað, men nakað verður tó helst vunnið inn aftur við betur uppløgdum næmingum og effektikari undirvísing.
At lærugreinarnar ikki hava meira enn tveir tímar um vikuna, viðførir harafturímóti, at plássið á tímatalvuni gerst rúmligari og eisini liðiligari. Nú er tað ikki týskt, sum er “trupulleikin”, ið tekur plássið frá hinum vallærugreinunum. Nú kunnu næmingarnir, umframt týskt, eisini hava eina til tvær vallærugreinar. Tað veri seg: handaverk- og list, smíð, heimkunnleika, tónleik umframt motorlæru í nøkrum skúlum. Alis- og evnafrøði hava stórt sæð allir næmingar í dag.
Í Skúlanum á Fløtum hava næmingarnir nú tveir tímar um vikuna í týskum í 7. til og við 9. flokki. Holdini eru stór. Væl yvir helvtin av næmingunum velja týskt, og fráfallið er sera lítið, um nakað. Avgjørt ein brúkilig loysn, hóast nakað má slakast fakliga, tí tímatalið ikki er tað sama sum fyrr. Veit, at aðrir skúlar royna nakað tað sama, eitt nú fer Eysturskúlin frá komandi ári at hava ein tíma í týskum um vikuna í 7. flokki og síðani tríggjar tímar eftirfylgjandi. Áhugaverk at vita, hvat fer at hildnast best. Men yvirskipað er hetta broytingar til tað betra.
MEN um fleiri týsktlærarar ikki skjótt koma út av Námsvísindadeildini, so verður hetta týskprátið bert hypotetisk lummaull, tí vilja týsktærarar gerast støðugt færri og eldri. Fyrr ella seinni loypur skriðan. Vit klára ikki trýstið, tí lærarakreftir mangla. Tí má politiska skipanin skjótast til ber so ella so finna pening til linjulestur í týskum til læraralesandi. Hetta kann ikki bíða, tí skriðan kann lættliga leypa skjótari enn væntað.
Gott summar.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan