Tíðindi/Greinar
06.05.2025
Nú er farið um krossmessu, og summarið nærkast. Kvøldini gerast ljósari, styttri er millum góðveðursdagarnar, hóast hitin og fylgjandi sólsinsdagar lata bíða eftir sær.
Hetta er tíðin, vit so smátt fara at gleða okkum til summarfrítíðina. Hetta er eisini tíðin, vit taka saman um skúlaárið, sum nú er við at halla. Onkur tekur dik á seg fyri at náa ásettum málum. Elstu næmingarnir skriva synopsir, taka upp aftur evnir, sum tey møguliga skulu próvdømast í. Veðrið ger, at dagstúrar og undirvísing í náttúruni er hugaligari. Sum heild ein deilig tíð skúlaliga.
Í hesum meldrinum av hugna og glaðum børnum hava vit í flestu skúlum lærarar, sum ikki hava hesar kensluna av gleði. Hjá teimum er hendan tíðin ørkymlandi, ja, enntá møguliga ein kensla av knúti í búkinum, tí óvissan er um arbeiðsstøðuna, og tað ávirkar huglagið. Hóast hetta í flestu førum eru nýliga útbúnir lærarar við framskygni, áræði og góðum arbeiðshugi, so hevur tíðaravmarkað starv stóra ávirkan á læraran.
Hóast arbeiðshugurin í síni heild er góður, so gerst hendan tíðin, tá vit í føstum starvi gleðast um veðrið og frídagarnar fyri frammman, tung og ørkymlandi. Tað fyrikemur mær, sum Undirvísingarstýrið og møguliga eisini leiðslur á skúlunum, ikki eru nóg greið yvir, hvussu trupul støðan hjá hesum lærarum er. Ágrýtni lærarin gerst tyngri í huga, og arbeiðsgleðin er ikki sum áður. Hóast hesir lærarar hava stóran áhuga fyri trivnaðinum og læringini hjá næmingunum, so hevur støðan ávirkan á arbeiðið. Óvissan um arbeiðsstøðuna ger, at vit arbeiða øðrvísi. Tá lærarin veit, at tað er hann, sum tekur ímóti næmingunum komandi ár, so leggur hann arbeiðið til rættis eftir tí. Tá arbeiðsstøðan er óviss, so verður arbeiðið øðrvísi, og tá arbeiða vit, sum at onkur annar tekur táttin upp eftir okkum komandi skúlaár. Hetta er møguliga størsta ávirkanin tíðaravmarkað størv hevur á næmingarnar.
Hjá læraranum er støðan ein onnur. Hóast lærarin ikki hevur ynski um, at umstøðurnar ávirka arbeiðið, so hava slíkar óvissur ávirkan á okkum øll. Umsóknir mugu skrivast og sendast skúlum, hóast lærarin hevur starvast fleiri fylgjandi ár á sama skúla. Eisini kemur ivin sníkjandi, hevur nú mítt arbeiðið verið nóg væl frágingið? Hóast ídni, ágrýtni og vælskipaða undirvísing, gott trivnaðarligt og fakligt arbeiði, so kemur hesin ivin óansæð. Hóast arbeiðsliga ávirkan, so er størsta ávirkanin helst fíggjarstøðan. Tá vit ikki vita, um vit hava mánaðarliga inntøku eftir ólavsøku, so noyðast vit at hugsa um annað arbeiði. Møguliga átekur lærarin sær arbeiði í summarferiuni fyri at vissa seg um, at tað fíggjarliga ikki brádliga gerst ov tungt.
Vónandi fer Undivísingarstýrið at skilja, at arbeiðsstøðan er alt ov trupul hjá lærarum í tíðaravmarkaðum starvi.
Lærarafelagið hevur tikið avgerð um at vera við í kanningini hjá NTI um, hvussu vit stuðla nýútbúnu lærarunum, soleiðis at hesir gerast tryggir í sínum starvi og varðveita ágrýtni og eldhugin til arbeiðið. Áhugavert verður at fylgja við, hvørjar niðurstøður standast av hesi kanning.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan