Tíðindi/Greinar
14.07.2025
NLS – Nordiska Lærarorganisationers Samråd –, ið hevur til endamáls at miðla royndir og vitan innan útbúgvingarøkini í Norðurlondum, skipaði fyri summarskeiði síðst í juni mánaði í ár. 16 fakfeløg eru limir í NLS, og hesi fakfeløgini hava uml. 600.000 limir tilsamans.
Eitt av evnunum, ið var á skránni í ár, var arbeiðsviðurskifti hjá námsfrøðingum, lærarum og miðnámsskúlalæraum í Norðurlondum. Tað vísir seg at vera ymiskt, hvussu skúlarnir eru skipaðir. Í Finnlandi er tað flokslærarin, sum undirvísir í innskúlingini. Hetta merkir, at tað er flokslærarin, sum undirvísir í øllum fakum. Hetta verður eisini brúkt í hinum Norðurlondunum, tó er tað eins og hjá okkum ikki óvanligt, at tað eru faklærarar, ið undirvísa á øllum floksstigum.
Hetta ger, at faklærarar í Finnlandi undirvísa fyri tað mesta í hádeild. Í práti við lærarar úr Finnlandi vóru fleiri spurningar settir, tí tað var trupult hjá teimum at skilja, at vit ofta undirvísa í fleiri fakum á ymiskum floksstigi. Hetta skiltu tey ikki beinanvegin, tí tey hildu, tað vera ómetaliga trupult hjá næmingunum at flyta seg so nógv, serliga um sama stova ikki altíð var til sama fak. Tá eg segði teimum, at í Føroyum er tað lærarin, ið flytur seg ímillum flokkarnar og ikki næmingarnir, skiltu tey betur, at hesin mátin at undirvísa uppá bar til. Tó høvdu tey trupult við at skilja, hvussu næmingarnir kundu eiga skúlastovuna heldur enn lærarin. Hetta vísir á onkran hátt, at hóast vit hava hug at samanbera londini, tá tað kemur til skúlaskap, so er tilgongdin til undirvísing hóast alt eitt sindur ymisk.
Íslendingar hava eina skipan við eftirútbúgving. Har fær hvør lærari 108 tímar árliga, sum skulu brúkast til at betra um førleikan hjá læraranum. Hvørjar førleikar lærarin ynskir at bøta um, ella um ynski er at læra okkurt heilt nýtt, tekur lærarin sjálvur avgerð um. Tó var hetta á onkran hátt í samstarvi við skúlaleiðsluna.
Grannalondini hjá okkum hava avbjóðingar við at halda nýútbúnu lærarunum í fólkaskúlanum. Tað vísir seg at vera alt ov nógv, ið hava tikið eina læraraútbúgving, sum velja ikki at arbeiða í fólkaskúlunum. Í onkrum føri var tað tí, at arbeiðsloysið er so lítið, og lønin, sum fólkaskúlalærari ikki er kappingarfør. Í øðrum førum var fráfallið orsakað av ov tungari arbeiðsbyrðu. Tí hava grannalondini sett skipanir í verk fyri nýútbúnum lærarum, soleiðis at arbeiðshvøkkurin ikki gerst ov stórur. Hesar avbjóðingarnar hava vit ikki í sama mun sum grannalondini. Vónandi megna vit at skáka okkum undan, soleiðis at vit ikki koma í somu støðu, sum summi av grannalondunum.
Tað er altíð áhugavert at tosa við starvsfelagar í grannalondunum. Vit kunnu læra nógv av teirra viðurskiftum, samstundis, sum vit kunnu gleðast um tað, sum vísir seg at rigga væl her hjá okkum. Vónandi duga vit at halda fast í tí, sum er gott, og royna at læra av øðrum, tá okkurt er, sum eigur at verða bøtt um.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan