Tíðindi/Greinar
02.12.2016
Nú eru 13 ár síðan, at lærarar komu undir nýggja arbeiðstíðaravtalu, og at alt virksemi hjá einstaka læraranum skuldi skrásetast í eini virksemisætlan. Lærarar tóku í síni tíð ikki undir við nýggju arbeiðstíðaravtaluni. Í frumatkvøðu millum limirnar í mai 2003 søgdu 56% av lærarunum nei til uppskotið um nýggja arbeiðstíðaravtalu. Kortini varð avtalan tvingað ígjøgnum. Ringa byrjanin hevur uttan iva havt neiliga ávirkan á hugburðin hjá lærarum til arbeiðstíðaravtaluna og serliga til virksemisætlanina.
Arbeiðstíðin hjá lærarum er yvirskipað í tveimum tættum, egintíð og skúlatíð. Egintíðin verður í høvuðsheitum nýtt til at fyrireika og eftirmeta undirvísingina, men egintíðin eigur eisini at verða hugsað í breiðari høpi sum tíðin, sum lærarin nýtir til at dagføra seg fakliga og námsfrøðiliga. Egintíðin er vanliga eini 25 til 30% av samlaðu arbeiðstíðini. Einstaki lærarin ræður sjálvur yvir egintíðini.
Hin parturin av arbeiðstíðini er skúlatíð. Størsti parturin av skúlatíðini er undirvísing. Í mun til undirvísingartíðina verður garðvakt ella umsjón roknað. Harumframt umfatar skúlatíðin tað, sum undir einum verður nevnt “aðrar uppgávur í skúlatíð”. Undir “aðrar uppgávur í skúlatíð” kemur eitt breitt úrval av uppgávum, sum eru framhald av undirvísingini, so sum skipað foreldrasamstarv, tiltøk saman við næmingum og setursskúli, men eisini tiltøk og uppgávur, sum meira yvirskipað mynda tann einstaka skúlan, so sum felags ráðlegging, skúlamenning, lærarasamstarv, toymisarbeiði, námsfrøðiligir fundir, skeið o.s.fr. Tað er serliga hesin parturin av arbeiðstíðini, “aðrar uppgávur í skúlatíð”, sum er komin undir trýst, og sum elvir til ónøgd og frustratiónir millum lærarar og eisini leiðslur. Meðan tíðin til undirvísing, egintíðin og tíðin til garðvakt/umsjón eru greitt ásettar og tongdar hvør at aðrari, eru hinvegin møguleikar at tillaga tíðina til aðrar uppgávur í skúlatíð. Orsakað av lágu raðfestingini, sum fólkaskúlin hevur fingið á fíggjarlógini seinnu árini, er tímajáttanin til einstaka skúlan munandi skerd, og nú táttar av álvara í. Undirvísingarparturin í fólkaskúlanum er í stóran mun ásettur í lóg, og sáttmálapartarnir hava greiðar avtalur um tíðina til undirvísing. Eftir er so tíðin til aðrar uppgávur í skúlatíð, sum er leysligari skilmarkað, og her verður av álvara skorið niður. Hesin tátturin av arbeiðstíðini átti av røttum at endurspeglað arbeiðið hjá einstaka læraranum, og ikki minni tað felags virksemið, sum myndar einstaka skúlan. Í staðin eru “aðrar uppgávur í skúlatíð” blivnar stoytverjan, har arbeiðstíðin verður tillagað, og í síðsta enda niðurlaðað, fyri at fáa tepru játtanina at halda og roknistykkið at ganga upp.
Ætlanin er, at lærarar skulu undirvísa størri part av arbeiðstíðini, og sostatt verður minni tíð til felags virksemi ella felags fyrireiking. Talan er um eitt tilvitað spariátak, tí jú fleiri tímar einstaki lærarin undirvísir, jú minni er tørvurin á lærarum. Í nógv ár hevur spotskliga verið tosað um “privat praktiserandi læraran”. Læraran, sum røkir sína undirvísing í síni egnu verð. Dagsins skúli er langt frá hesi lýsing, men gongdin seinnu árini er júst tann vegin, at lærarin skal brúka meira tíð til undirvísing og minni tíð til samstarv. At lærarar kortini átaka sær aðrar uppgávur, ger bara arbeiðsumstøðurnar enn verri. Hetta er ikki ein gongd leið, um vit ynskja ein fjølbroyttan og lærandi fólkaskúla.
Oddagrein í Skúlablaðnum, sum er komið í dag.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan