Tíðindi/Greinar

29.09.2025

AI ein avbjóðing í skúlanum

Næmingar eru kvikir á netinum; skal lærarin undirvísa í skilagóðum brúki á netinum, eigur lærarin at hava eina meirvitan, sum kann vera trupul at finna sær sjálvur. Tí átti ein eftirútbúgving til lærarar á hesum økinum at verið skipað. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Á temaseminari í Oslo hevði Thomas Nygren, professari, eitt upplegg um AI. (Artificial intelligence). Helst eru tað fleiri við mær, sum ikki hava gjørt sær far um, hvussu gerandisligt AI er. Thomas Nygren legði fram fyrimunirnar við AI, so sum sundurskiljing í teldupostum, viðmælum av tónleiki ella øðrum á ymisku pallunum, møguleikanum at stuðla læknavísindini, hjálpa okkum við veðurlagsbroytingunum og mangt annað. Vansar eru eisini; AI metir ikki um svarini og svarar bert teimum spurningum, sum verða settir. Eisini kann AI koma við hugskotum til loysnir, sum ikki eru heilt rættar. Vit hava lyndi til at gera okkum lívið lætt; tá er AI ikki ein góð loysn, tí vit kunnu gerast løt og hugsa okkum ikki nóg væl um. Tá vit seta AI spurningar, mugu vit vera vitandi um, hvussu neyv og hvussu stór okkara undanvitan er á økinum, fyri at kunna halda okkum ivasom til svarið, vit fáa. Vit kunnu biðja ein chatbott loysa ymiskar skrivligar uppgávur fyri okkum, koma við hugskotum ella raðfestingum og annað. Hetta kann sýnast sum svik. Í skúlunum hava vit hópin av hjálparamboðnum, so sum orðabøkur, lummaroknara, rættstavara og annað. Møguliga eigur copilot at vera eitt av hesum hjálparamboðum.

Tá vit ikki vita nokk um eitthvørt nýtt, hava vit oftast hug at gerast ivasom. Tøknin broytist skjótt, tí hava vit ilt við at fylgja við teimum møguleikunum, sum tøkniligu broytingarnar hava við sær. Hvørt vit eiga at banna ella fevna broytingunum kann vera trupult at avgera.

Tað kann tykjast øvut, tá vit geva næmingunum atgongd til eitt nú Copilot, sum liggur sum fastur partur av 365, á sama hátt sum Exel, Word, Outlook, Teams og annað, um vit samstundis nokta teimum at brúka hetta forritið. Ein orsøk til ivasemi kann vera, at lærarar ikki hava nóg holla vitan um chatbottarnar. Sjálv má eg viðganga, at eg illa skilji, hvussu hetta virkar, ímeðan onnur hava stóra gleði at bottunum. Skulu lærarar í einstøku lærugreinunum undirvísa næmingum soleiðis, at teir gerast fakliga dugnaligir, samstundis sum teir vita hvussu teldutøknin kann hjálpa teimum við uppsetan, innihaldi og øðrum, so mugu lærarar útbúgvast til hesa uppgávuna. Eitt nú mugu næmingar hava greiðar reglur og mannagongdir, tá teir arbeiða við copilot, samstundis mugu fyrimunir og vansar vera týðiligir. Hetta krevur lærarar við hollari vitan innan tøkniligu møguleikarnar. Framtíðar arbeiðsmarknaðurin fer helst at hava tørv á arbeiðsmegi, sum eru dugnaligir brúkarar av ymisku bottunum; tí kann tað hugsast, at undirvísingarligi parturin eigur at kveikjast helst so tíðliga sum til ber. Næmingar eru kvikir á netinum; skal lærarin undirvísa í skilagóðum brúki á netinum, eigur lærarin at hava eina meirvitan, sum kann vera trupul at finna sær sjálvur. Tí átti ein eftirútbúgving til lærarar á hesum økinum at verið skipað. Teir KT-vørðir, sum hava tikið útbúgving, hava ikki havt møguleika at endurnýggja sína útbúgving, soleiðis at hon svarar til tøkniligu framgongdina, sum hevur verið. Eisini er tíðin hjá KT-vørðunum skerd munandi. Tí er tað ikki hugsandi, at KT-vørðirnir í skúlunum kunnu átaka sær hesa uppgávuna. Eisini er ivasamt, um teldufólkini í skúlunum hava røttu fakligu tilgongdina í einstøku fakunum, tó teir hava skil á tí tøkniliga partinum. Skulu vit fáa eina góða loysn, má skúlamyndugleikin taka støðu til, um AI skal nýtast í skúlunum, hvørt tað skal bannast ella loyvast. Lærarar eru ómetaliga ymiskir á máli, tá tað kemur til tøkni. Tó er ongin ivi í, at lærarin má vera útbúgvin til undirvísingina, soleiðis at hann veit, hvussu hann kann læra og leiða.
 

 

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni