Aðalfundur Føroya Lærarafelags 2025 var leygardagin 26. apríl á Hotel Føroyum. Undan aðalfundinum var longu greitt, at verandi nevnd heldur fram. Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð í Klaksvík, og Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum í Havn, stóðu fyri vali. Tað gjørdi Jacob Eli S. Olsen, sum hevur verið formaður felagsins seinastu seks árini, eisini. Eingi onnur valevni høvdu bjóðað seg fram, tá freistin var úti.
Á aðalfundinum vóru tveir tiltakslimir valdir. Tað vóru Rebekka Olsen Kærbech, lærari í Vágs skúla, sum var fyrst vald, og Erla K. Róin, lærari í Eiðis skúla, ið var næstvald.
Sum siður er vóru fleiri gestarøðarar. Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, flutti fram røðu; tað gjørdi Steinbjørn Hardlei, verkætlanarleiðari av barnaverkætlanini eisini. Harumframt flutti Magnús Þór Jónsson, formaður í íslendska lærarafelagnum KI, eisini fram røðu.
Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags fyri 2025 var handað fyri fimtu ferð. Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, handaði virðislønina. Vága kommuna hevur verið slóðbrótandi við at seta børn og ung á skránna og hevur sjósett eina verkætlan í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya, ið skal økja um burðardygga framleiðslu av grønmeti, frukt og øðrum plantuvøkstri; børnini eru við í hesum arbeiði. Hesa ferð var tað Skúlin við Løgmannabreyt, sum fekk veðurlagsvirðislønina fyri slóðbrótandi matskiljiskipan. Vinnarin fekk eitt heiðursbræv og har aftrat 25.000 krónur.
Føroya Lærarafelag varðar av Bókadeild Føroya Lærarafelags. Í summar fer Niels Jákup Thomsen frá sum stjóri á Bókadeildini fyri aldu. Hetta var seinasti fundurin hjá Niels Jákup Thomsen sum stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Síðsta á skránni á aðalfundinum var eisini árligi limafundurin í Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags.