Tíðindi/Greinar

26.08.2019

Útreiðsluvøkstur og lønarkarmur

Áhugavert er at hoyra frá landsins leiðslu, at eitt mark á 3,5% er sett á árliga útreiðsluvøksturin komandi árini. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Nú sáttmálin hjá flestu almennu fakfeløgunum gongur út um ein góðan mánað, so vekir tað ans hjá okkum, at løgmaður og fíggjarmálaráðharrin hava boðað frá, at rúm er fyri árligum  útreiðsluvøkstri á 3,5% komandi árini.

Hetta merkir, at karmurin – sum til seinastu sáttmálasamráðingar var 2,3% fyrra árið og 2,5% seinna árið – helst verður í minsta lagi tann sami, sum myndugleikar kunnu bjóða okkum í heyst ella vetur, tá ið samráðingar verða.

Løgmaður nevndi, at í hesum 3,5 prosentunum eru lønarhækkingar, príshækkingar og aðrar útreiðslur íroknaðir. Príshækkingar og íløgur viðføra helst, at karmurin, sum vit fáa bjóðað, helst eru nakað undir nevnda útreiðsluvakstrarmarkið.

Tó fara vit als ikki at góðtaka at fara langt niður um 3% í árligum lønarvøkstri í hesum frálíku, góðu fíggjarligu tíðum.

Manglandi reyði tráðurin

Í núverandi valstríði tykist fólkaskúlin verða nevndur rímiliga tilvildarligt og heldur lítið. Meira fokus tykist vera á dagstovnaøkið, hóast summi valevni og flokkar lova at arbeiða fyri einum betri fólkaskúla.

Men hvussu ber tað til, at so at siga eingin nemur við innihaldið í fólkaskúlanum? Øll tykjast samd um, at kreativu- og handaligu lærugreinarnar eiga at styrkjast enn meira, samstundis sum tað nú verður tosað um at fáa enn eitt mál inn sum kravd lærugrein. Hetta hongur ikki saman, tí skjótt fer hádeildin við hetta lag at hava yvir 35 kravdar tímar um vikuna.

Har manglar eitt veruligt orðaskifti um innihaldið í fólkaskúlanum og ikki eitt orðaskifti, sum vit sóu í vár, har fleiri løgtingsfólk ikki tóktust at taka málið í nóg stóran álvara.

Og hvussu eru lærarar fyri at veita góða undirvísing í talgildum miðlum og tøkni, um KT-vørðir ikki fáa nóg góðar arbeiðsumstøður at veita holla undirvísing til lærarar at nýta tøknina skilagott? Somuleiðis er tørvur á einari nútímans KT-eftirútbúgving og at styrkja Námsvísindadeildina á hesum økinum.

At onnur fakfeløg ynskja at fáa vikutímatalið niður á 37 tímar er sera vælskiljandi, og tí stuðla vit hesum aðalmáli. Í hesum sambandi er skilagott at arbeiða fyri at fáa okkara ársverk niður í umleið 1700-1750 tímum úr teimum núverandi 1800 tímum.

Fastur lønarkarmur sum leistur

Siðvenja í Føroyum er, at Fíggjarmálaráðið fer til sáttmálasamráðingar, har tey bjóða fyrsta fakfelagnum – sum vanliga er Starvsmannafelagið – ein lønarposa. Ætlanin hjá FMR er síðan at bjóða eins nógv til tey næstu í røðini.

Í roynd og veru er hetta ein tryggur og oftani eisini góður leistur, har vit sum fakfelag vita í rúmari tíð, hvat vit kunnu vænta at fáa.

Men mongum brestir ætlan, og undantøk vilja nærum altíð verða. Vit sóu jú í 2017/18, at hóast onnur fakfeløg tóku av karminum í krónutali, so hildu vit fast um kravið um lønarhækking í prosentum. Eftir tvey tung verkføll hjá øðrum fakfeløgum í okkara Fakfelagssamstarvi, so varð lønarkarmurin serliga hjá sjúkrarøktafrøðingum broyttur munandi, og vit fingu eisini okkara prosentir.

Ein partur av sáttmálasamráðingunum er løn, og ein annar umráðandi partur er arbeiðsumstøður. Vit fara sjálvandi alla tíðina at verja vunnin rættindi og gera alt fyri at betra umstøðurnar hjá øllum lærarum.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan