Tíðindi/Greinar

10.11.2020

Árstíðin setur sín dám á skúlan

Eisini næmingarnir munnu merkja, at dagarnir eru farnir at styttast, og at vit nærkast jólum. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Nú heystið er farið afturum, og veturin stundar til, merkist tað eisini í skúlahøpi. Bæði hjá lærarum og næmingum.

Felags foreldrafundirnir munnu vera fingnir frá hondini, og nú man tað snúgva seg mest um foreldraviðtalur á nógvum skúlum. Tað er eisini ein partur av læraraarbeiðnum. Ein partur, sum eisini krevur holla fyrireiking og nógva tíð. Foreldur og verjar skulu kunnast um støðuna hjá næmingunum bæði fakliga og sosialt, og hvørjum arbeiðast skal við. Slíkur samrøður krevja nógv av læraranum, tí ofta hevur hann rættiliga nógvar næmingar, sum hann skal umrøða. Men hetta er ein partur av yrkinum, og tað verður gjørt uttan nakað hóvasták.

Eisini næmingarnir munnu merkja, at dagarnir eru farnir at styttast, og at vit nærkast jólum. Fyrsta veruliga tekini um, at jól eru í hondum, man vera árligi pyntidagurin, sum antin er síðst í november ella fyrst í desember. Næmingarnir pynta floksstovuna saman við lærarunum, og á onkrum skúlum er tað enntá ein kapping um at hava prýðiligastu floksstovuna, og onkur virðisløn er upp á spæl.

Siðvenja er eisini á flestu skúlum, at sjónleikur verður spældur á jólum, og ofta er tað ein ávísur flokkur, sum skal spæla sjónleik. Hesir næmingar eru allarhelst farnir í gongd við fyrireikingarnar saman við flokslæraranum. Fyrst og fremst skal leikur finnast. So skal hann lærast uttanat, búnar skulu finnast, og kanska skal pallur eisini smíðast. Nógv er at fara í holt, og óivað eru hetta dagar, sum næmingarnir fara at minnast restina av lívinum.

Fyri næmingar í framhaldsdeildini er jólaroynd eisini á skránni, og fyri næmingarnar í 8. flokki er tað ofta fyrstu ferð, at teir eru til roynd. Summi eru spent, onnur kanska fjálturstungin, men tað gongur sína gongd. Lærarar fyrireika næmingarnar væl, soleiðis at tað ikki verður nøkur keðilig uppliving.

Summir skúlar leggja eina evnisviku ella evnisdagar um heystið ella um veturin. Arbeitt verður við onkrum ávísum evni, og vanligi skúladagurin verður lagdur um og skipaður á annan hátt. Eisini hetta gevur næmingunum nakrar øðrvísi og ikki minst minnisríkar dagar.

Eitt annað er so tað, at 2020 hevur higartil verið eitt so øðrvísi ár yvirhøvur, og tí kann tað vera eitt sindur ivasamt, hvussu tað verður við øllum tiltøkunum, sum hava við skúlan at gera, men vit mugu bara vóna tað besta. Tíðin, vit eru í nú og frameftir, plagar at vera ein góð og hugnalig tíð, og eg ivist onga løtu í, at lærarar saman við næmingunum fara, sum altíð, at duga at laga seg til umstøðurnar og fáa sum best burturúr.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan