Tíðindi

Ársins grøni stovnur og skúli

Hugla bjóðar eina kapping út at gerast ársins grøni stovnur og skúli.

05.07.2022

Hvat læra vit børn í Føroyum um, hvussu umhvørvið er, sum tey vaksa upp í? Hvussu tilvitað eru vit um at verja umhvørvið á stovni og skúla? Og hvat gera vit og hví? Hevur tú eitt gott hugskot, so kanst tú senda Huglu eina lýsing. Síðsta freist at lata inn er 1. oktober. Meiri kunning fæst á facebook-síðuni hjá Hugla, og har ber eisini til at fáa íblástur til ymiskt í sambandi við kappingina.

Tað verður eitt dómarapanel, sum fer at velja ímillum innkomnu frágreiðingarnar.  Vinnandi stovnur og skúli verður kunngjørdur alment og fær Hugla-virðislønina, sum er eitt sigurstekin við heitinum "Ársins grøni stovnur" ella "Ársins grøni skúli". Hetta verður gjørt á árliga Hugla-degnum.

Kunning um, hvussu avdúkingini verður kemur seinni.

Hugla var stovnað í 2020. Hugla er áhugafelag, sum hevur eina visjón um, at hugla-filosofiin er rótfest í føroyska samfelagnum. Skipað verður fyri undirvísing og tiltøkum. Hugla hevur eins og Remida Føroyar samband við tað norðurlendska Reggio Emilia-netverkið og Reggio Children í Italia. Hugla er stovnað við hesum endamálinum:

At menna skapanarhug, hugflog, innovatión og kreativitet við at geva børnum og vaksnum eitt stað at møtast til samstarv, stuttleika, samvinnu og læring.

At skapa møguleika fyri undran, gransking og at menna tilvitsku.

Send til: huglaendurskapan@gmail.com innan 1. oktober.

Niðanfyri er filmur um, hvat og hvussu onnur gera.

https://www.youtube.com/watch?v=slJIwSfPBRc

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.