Tíðindi

Væl við í støddfrøði og náttúruvísindum, men afturgongd í lesing

Í morgun var úrslitið av PISA-kanningini 2018 løgd fram.

03.12.2019

Sjálvt um kanningin í lesiførleikum greitt vísir afturgongd, hava vit megnað at lyfta niðasta bólkin á PISA-stiganum. Eingir næmingar eru endaðir á teimum niðastu stigunum, t.e. 1c og undir 1c, og Føroyar liggja undir OECD í 1b. Á stigi 1a liggja Føroyar yvir OECD, og tá ið vit koma til til stig 2, liggja Føroyar yvir OECD-miðal.

At so nógv liggja á stigi 2 er als ikki nøktandi, tí sambært OECD er stig 2 ikki góðkent førleikastig og verður als ikki mett at vera nøktandi førleikastig til eina framkomna skúlaskipan. Á stigi 3 liggja Føroyar ájavnar OECD-miðal, men so gongur hinvegin. Í sambandi við tekstfatanarkrøvini á stigi 4 og 5, sum eru førleikakrøv, sum nútíðarsamfelagið setur í sambandi við kelduhandfaring, keldukritikk og kritiska viðgerð av margfeldum, samansettum og talgildum teksti, kemur greitt til sjóndar ein veikleiki í føroysku undirvísingarskipanini, sum bæði kann hava sínar røtur í námsætlanini í føroyskum og próvtøkuspurningunum, sum í stóran mun stýra undirvísingini. Bæði praksis og undirvísingartilfar eru partar av samlaðu vitanartilognanini í lesing og lesi- litterasi, og víðari gransking á økinum átti at kannað tey viðurskiftini eisini. At alt ov fáir næmingar koma upp um stig 3 í lesiførleika er grundarlag fyri at hyggja at samlaðu undirvísingarheildini í lesing, lesifatan og handfaring av teksti: námsætlan, undirvísingartilfari, undirvísing, læringarumstøðum, læringarfortreytum, læraraførleikum og eftirmeting.

At undirvísindarskipanin hevur megnað at lyfta niðasta bólkin er ítøkiligt tekin um, at átøk muna. Átøk, sum eru sett í verk eftir fyrstu PISA-kanningina í 2006, eru m.a. økt tímatal í føroyskum til yngstu flokkarnar, útbúgving av lesivegleiðarum, størri tilvit um at fáa til vega lættlesiligt tilfar til yngstu næmingarnar, útbúnir orðblindalærarar, DVO-kanning, sum hevur kannað allar næmingar í 3. flokki fyri orðblindni, og nýggjar vælgrundaðar lesikanningar til teir yngstu flokkarnar hava eftir øllum at døma havt eina góða ávirkan á veikasta lesibólkin. Hinvegin megna føroysku næmingarnir í ov lítlan mun at koma upp um stig 2 á PISA-stiganum. Hetta er ein rættiliga álvarsom støða, tí OECD metir, at næmingar, sum ikki megna upp um stig 2, vanta neyðugu fakligu amboðini og fortreytirnar fyri hægri lesnaði.

Í lesing eru tað serliga førleikarnir at viðgera evni tvørtur um fleiri tekstir og tekstasløg, sjálvstøðug hugleiðandi hugsan, dýpdarlesing og útgreinan av fløktum upplýsingum, sum tykjast at geva trupulleikar. Hetta kann hava støði í námsætlanini fyri føroyskt og í teimum uppgávum, sum verða settar í landsroyndunum og fráfaringarroynd fólkaskúlans. Neyðugt er ikki við víðfevndum broytingum fyri at fáa hesi førleikamál at venda rætta vegin, og tí átti arbeiðið við at dagføra námsætlanina og próvtøkuuppgávurnar í samsvari við PISA-krøvini at verið næsta stig fyri at bøta um lesiførleikar og talgilt lesilitterasi.

Í mun til miðal í PISA 2018 liggja Føroyar 32 stig undir PISA-miðal í lesing (487 stig); vit liggja millum Grikkaland (457 stig) og Kili (452 stig) á stiganum.

Høvuðsevnið í PISA-kanningini í 2018 var lesing. Fyri fyrstu ferð vóru tekstirnir talgildir og uppgávusniðið og uppgávuspurningarnir vóru øðrvísi settir saman. Fokus var í størri mun á meting, greining, dýpdarlesing, keldukritikki og útlegging av bæði einum og fleiri tekstum og tekstasløgum. Neyðugt var at flyta ímillum tekstir á telduskíggjanum og at rulla niður í tekstinum, tí allur teksturin kundi ikki rúmast á eini skíggjasíðu. Henda broyting tykist at hava verið orsøk til afturgongd í lesing í nógvum londum. Hvat víðari kanning og gransking fer at siga um henda spurning, mugu vit bíða eftir, men broytt uppgávusniðgáva, metingargrundarlag og metingarhættir kunnu vera orsøk til afturgongdina hjá nógvum av teimum londum, sum luttóku í PISA. Í Føroyum var týðilig afturgongd í næmingaavrikum í ymsu krøvunum til lesilitterasi, eins og tøl greitt vísa, at vantandi lesiførleikar eisini hava ávirkan á, hvussu næmingar klára seg í støddfrøði og náttúruvísindum.

Í mun til miðal í PISA 2018 liggja Føroyar 32 stig undir PISA-miðal í lesing (487 stig) og liggja millum Grikkaland (457 stig) og Kili (452 stig) á stiganum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.