Tíðindi

Vit skulu tosa ADHD upp heldur enn niður

ADHD er ikki eitt órógv, sum nýtist at merkja, at tú ikki kanst fáa eitt gott lív. Skapa vit røttu karmarnar fyri tey, sum hava ADHD, kasta tey líka væl í samfelagið sum onnur. Tað heldur Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum

2. september 2019

Eitt av málunum, sum ADHD-felagið hevur sett sær fyri at arbeiða fyri, er at skapa størri opinleika um ADHD og at bróta niður tabu og stigmatisering um ADHD. Hóast títtleikin av ADHD er stórur, so er tað merkt av tabu. Ein av orsøkunum er, at ADHD verður roknað sum sálarligt brek, og tað er nógv verri at síggja og gera nakað við samanborið við kropslig brek ella lýti, heldur Bjørg Dam.

- Tað sýnist, sum øll, eisini fakfólk, royna at hugsa allar aðrar møguleikar, áðrenn nakar torir at siga sum er og taka ADHD á tungu. Av avleiðing er, at summi foreldur vilja ikki lata børn síni kanna fyri ADHD, hóast illgruni er um tað. Tað kann taka tíð at mýkja foreldrini at lata barnið kanna og útgreina. Vilja tey ikki, so er talan um vansorgan, og so verður tað eitt barnaverndarmál. Tíbetur kemur tað ikki ofta fyri. Tó hoyra vit framvegis foreldur, sum káva út yvir og vilja forklára tað burtur við onkrum øðrum. Taparin er barnið.

Felagið skipar komandi árið fyri einari rundferð kring landið við heitinum “ADHD er til, vit eru til”.

- Vit fara at vitja 6 øki, og byrjað verður í Suðuroy 7. september. Vit vilja seta orð á ADHD og á henda hátt bróta tabu niður og vinna viðurkenning. ADHD er merkt av nógvum negativum søgum og ikki sørt av skomm, men tað eru í grundini nógvar positivar søgur, tí hetta eru menniskju sum tú og eg, sum hava nógvar eginleikar, nógva orku og stórt dirvi. At tey hava okkurt at stríðast við, ger tey ikki minni menniskju. Vit skulu tosa ADHD upp heldur enn niður. ADHD er ikki ein órógv, sum nýtist at merkja, at tú ikki kanst fáa eitt gott lív. Skapa vit røttu karmarnar fyri tey, sum hava ADHD, kasta tey líka nógv í samfelagið, sum onnur.

ADHD-felagið arbeiðir við at seta á stovn sjálvhjálparbólkar, har fólk kunnu koma saman og seta orð á tær avbjóðingarnar, tey hava. Ynskiligt er, at hava bólkar fyri børn við ADHD, bólkar fyri avvarðandi hjá børnum við ADHD og bólkar fyri vaksin við ADHD.

- Tað er ógvuliga gevandi at møta øðrum við líknandi avbjóðingum. Nógv, sum so ella so varða av ADHD, venda sær til felagið, og tí hava vit sæð ein tørv á sjálvhjálparbólkum. Í sjálvhjálparbólkunum kunnu fólk koma saman og seta orð á tær avbjóðingarnar, tey hava.

Vitjað verður:

Suðuroy - Vági - leygardagin 7. september 
Norðuroyggjar - Klaksvík - hóskvøldið 24.oktober kl. 19
Eysturoy - Sunda kommuna - hóskvøldið 23. januar kl.19
Streymoy - Tórshavnar kommuna – hóskvøldið 27. august kl.19
Vágar - Sørvágur/Giljanes - hóskvøldið 26 mars kl.19
Sandoy / Meginskúlin – hóskvøldið 28. mai 2020 kl.19

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.