Tíðindi/Greinar

12.08.2022

Vit mugu fáa fleiri føst lærarastørv

Vit hava ov fá føst størv at søkja. Hóast tað vóru fleiri føst størv at søkja til komandi skúlaár, enn tað var til seinasta skúlaár, so eru vit als ikki komin á mál – verri enn so. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Lærarastarvið er eitt sera væl umtókt starv. Hyggja vit at hagtølum, hava í miðal 77 umsøkjarar árini 2008-2021 verið til læraraútbúgvingina, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út. Umframt hesar umsøkjarar, eru tað føroyingar, ið ynskja at nema sær útbúgving í øðrum londum.
Vit eiga at gleðast um, at tað eru so nógv, ið ynskja at gerast lærarar. Eisini merkir hetta, at fólkaskúlin er í tryggum hondum, serliga, tá vit hugsa um týdningin av, at tað eru útbúnir lærarar, sum koma starvast í skúlunum.

Í fleiri av okkara grannalondum er støðan øðrvísi, tí har eru tað óútbúnir lærarar, sum manna nógv lærarastørv. Avbjóðingin hjá okkum er tískil ikki, at vit hava ólærdar lærarar úti í skúlnum, men avbjóðingin er, at vit ikki fáa veitt teimum øllum føst størv. Vit hava ov fá føst størv at søkja. Hóast tað vóru fleiri føst størv at søkja til komandi skúlaár, enn tað var til seinasta skúlaár, so eru vit als ikki komin á mál – verri enn so.

Tað er ikki rætt, at ein lærari skal søkja starvið hjá sær sjálvum í fleiri ár á rað. Tað eru dømi um lærarar, sum hava søkt starv upp í seks til sjey ár, og tað er als ikki í lagi.

Tað er ein orsøk til, at man hevur nomið sær eina útbúgving. Man vil sjálvsagt brúka útbúgvingina.
Tá tað er so trupult at fáa fast starv, er tað øgiliga skjótt, at ein lærari ikki tímir at vera í hesi ótryggu støðu, og tískil heldur fer og finnur sær eitt annað starv, har tað er møguligt at gerast fast starvssettur. Hetta er sera óheppið fyri skúlan, starvsfelagar, og fyri næmingarnar, sum hava havt henda læraran.

Tíðarskeiðið, tá starvslýsingarnar eru úti, tá setanarsamrøður eru, og bíðitíðin at fáa svar, er strævið tíðarskeið fyri læraran, tí hann veit ikki, hvussu komandi árið fer at verða.

Vit noyðast at fáa eina øðrvísi skipan, so lærarar ikki eru í hesi ótryggu støðuni. Vit mugu finna ein leist, sum tryggjar læraranum starvið. Onkursvegna má ein áseting gerast, so at tú, eftir at hava arbeitt í tíðaravmarkaðum starvi í eitt ávíst áramál, automatiskt fær fast starv í skúlanum.
Ígjøgnum hesi árini hevur leiðslan sæð, hvussu tú passar inn í starvsfólkahópin, hvussu samstarvsevnini eru, og hvussu tað gongst við undirvísingini. Er tað soleiðis, at leiðslan ikki metir, at tú átti at broytt eitthvørt ella roynt okkurt øðrvísi, so skal fráboðanin koma í góðari tíð, við góðum grundgevingum um, hví so er.

Eg vóni, at politiski myndugleikin skilir, hvat hetta ger við lærarar, sum ikki hava fingið fast starv, og eg vóni, at teir vilja vera við at fáa loyst henda trupulleikan.

Vit mugu minnast til, at um ein vil hava góðan skúla, so má havast í huga, hvør tað er, sum myndar skúlan. Tað eru lærararnar, tískil skulu teir hava trygg kor og góðar umstøður at arbeiða undir. Ikki fyrr enn tá fær man ein góðan skúla, sum kann veita dygdargóða undirvísing.

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan