Tíðindi/Greinar

4. apríl 2018

Vit mugu framhaldandi arbeiða við at bøta um arbeiðsumstøðurnar

So er tíðin longu aftur komin til aðalfund. Hetta fyrsta árið í nevndararbeiðinum hevur verið ómetaliga áhugavert, og eg má siga, at eg havi lært eina rúgvu. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tey mál, ið eg setti mær fyri at arbeiða fram ímóti, eru avgjørt tey somu, men eg havi sanniliga eisini fingið innlit í eina skipan við reglum, kunngerðum og mongum øðrum, sum ofta kann vera eitt sindur fløkt at seta seg inni í.

Sum eg síggi okkara støðu, so hevur fakfelagsarbeiðið alstóran týdning. Ofta hoyri eg, at arbeiðsumstøðurnar og lønarviðurskiftini hjá lærararum er hampulig, og sum er, eru ikki so stór mál at arbeiða við. Soleiðis síggi eg tað als ikki. Tað er ymiskt, hvussu tímarnir verða býttir á ymisku skúlunum. Á onkrum skúlum eru lærarar skornir nógv í tíðini, sum er til annað enn undirvísing. Tað kann tykjast sum ein sjálvfylgja, at lærarin skal undirvísa fyri tað mesta, men vit mugu ásanna, at tað, sum eitur annað virksemi, fyllir alt meira. Tað eru nógvir lærarar, ið brúka nógva tíð til skúla-heim samstarv. Hetta hevur ofta eina góða frágreiðing, men tíð er tíð. Tá vit verða skorin í arbeiðistíð, so mugu vit eisini verða skorin í arbeiðsuppgávum, tað er so einfalt.

Tað er orsakað av áhaldandi fakfelagsarbeiði, at umstøðurnar eru rímiligar, men um vit ikki áhaldandi arbeiða við at betra um arbeiðsumstøðurnar, so kunnu vit enda í tí støðu, at lærarayrkið verður mált eftir mongdarframleiðslu. Vit skulu renna bæði longri og skjótari, samstundis, sum nøgdin av næmingum í hvørjum flokki er alt ov høg.

Lærarar eru stoltir av sínum arbeiði og ynskja at gera sítt arbeiði væl. Eg var á skeiði í Danmark í november, har tosaði eg við ein fakfelagsmann, sum hevði arbeitt í donskum fakfelagi í nógv ár. Hann helt lítið um viðurskiftini í danska skúlanum. Arbeiðstíðin rakk als ikki til, og man varð noyddur at brúka nógv av síni frítíð til arbeiðið, fyri at kunna fara nøgdur í song. Men, sum hann segði, tey nýggju, sum koma til, hava eina heilt aðra fatan. Tey arbeiða ta tíðina tey fáa løn fyri, og um teirra arbeiði ikki er nøktandi, er tað ikki teirra ábyrgd. Hetta meinti hann, var stórt spell fyri skúlan. Tí um hetta gjørdist hugburðurin hjá lærarum sum heild, so kunnu tað ganga ár, áðrenn man sær avleiðingarnar, og so tekur tað eisini ár at bøta um skaðan.

Eg kann ikki annað enn vera samd. Um vit í Føroyum enda í eini líknandi støðu, so verður ikki væl vorðið. Vit mugu ansa eftir, at arbeiðsumstøðurnar eru nøktandi. Vit mugu fáa rímiliga tíð til at loysa tær uppgávur, okkum verður álagt. Tað verður seg undirvísing, skúla-heim samstarv, uppgávurætting, trivnaðararbeiði o.s.fr.

Vónandi verða nógvir lærarar at síggja í Læraraskúlahøllini 21. apríl. Vælkomin á aðalfund.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan