Tíðindi/Greinar

23.05.2023

Vit kappast alla tíðina ímóti tøknini

Eitt, sum í seinastuni er komið inn um skúlans gátt, er ”ChatGPT.” Skipanin er so góð, at lærarar hava rættað uppgávur frá hesum robottinum og givið 12 tøl fyri avrikið. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Nú er liðið so langt út á skúlaárið, at vit eru farin at telja niður til summarfrítíðina.
Næmingarnir í 9. flokki og 10. flokki eru nú byrjaðir upp á fráfaringarroyndirnar.  Skrivligu próvtøkurnar eru hesa vikuna, og síðani eru tað tær munnligu.

Vit hava gjøgnum árini hjálpt næmingunum, vit hava vegleitt og undirvíst, soleiðis at tey skulu duga so nógv sum til ber, og so tey eru so fyrireikað sum til ber til tað, sum tey møta til fráfaringarroyndirnar. Vit hava formað tey fakliga, sosialt og menniskjaliga.

Vit hava lagt teimum lag á, hvussu vit skriva stíl, hvussu vit greina og tulka, rokna, hugsa kritiskt og duga at taka skilagóðar og vælumhugsaðar avgerðir og nógv aftrat hesum.

Men samstundis, sum vit arbeiða við menniskjaliga vitinum, verður tøkniliga vitið somuleiðist ment – tann menningin er væl skjótari enn tann menniskjaliga. Hetta ger tað til ein ómetaliga harðan dyst ímillum menniskjað og tøknina. Tøknin rennur undan, og vit renna aftaná.

Eitt, sum í seinastuni er komið inn um skúlans gátt, er ”ChatGPT.” Sum við so nógvum í tøkniliga heiminum er hetta ikki nakað, vit hava ynskt okkum, men vit hava fingið tað, og vit sleppa ikki av við tað.

Henda skipanin er gjørd soleiðis, at ein og hvør kann stovna sær brúkara og eftir tað seta spurningar til júst tað og um júst tað, tú hevur hug til. Samstundis er møguligt at fáa tøkniliga vitið at gera uppgávur fyri ein sjálvan. Skipanin er sera løtt at brúka, og á donskum og serliga enskum liggur væl fyri at fáa svar upp á allar spurningar. Tað føroyska er nakað rustað – enn.

Skipanin er so góð, at lærarar hava rættað uppgávur frá hesum robottinum og givið 12 tøl fyri avrikið.

Eg havi prátað við lærarar, sum í seinastuni hava havt avbjóðingar við hesi skipan. Fleiri ferðir hava teir upplivað, at næmingar hava brúkt skipanina, tá teir skulu lata stílar o.a. uppgávur inn.

Skipanin svarar væl upp á spurningarnar, sum t.d. eru settir í einum stílaevni, og viðfestir man greinir o.a., sum skulu viðgerast í samband við stílin, so verður hetta eisini tikið við og viðgjørt í stílinum. Soleiðis ber lættliga til at fáa eitt 12 tal. Ella rættari sagt, soleiðis ber væl til hjá skipanini at fáa eitt 12 tal.

Men eg standi eftir við spurninginum, hvat vit fáa gjørt við hetta. Í hádeildini hjá okkum hava vit prátað við næmingarnar, víst teimum skipanina og greitt teimum frá, at hetta ikki er rætti mátin at brúka, tá ein skal skriva stíl ella aðrar uppgávur. Vit vóru samd um, at heldur enn at seta forboð, so er tað av stórum týdninig, at man upplýsir væl og tryggjar sær, at næmingurin er greiður yvir tær fylgir, sum nýtsla av hesum hevur at siga.

Skipanin ger næmingarnar dovnar, tí við hesi skipanini er ikki longur neyðugt at hugsa kritistk, tá ein viðger eitt hvørt evni. Alt verður jú borðreitt, so næmingarnir sleppa frá at hugsa. Skipanin tekur grundarlagið undan, at vit yvirhøvur skriva stílar og aðrar uppgávur, tí skipanin orðnar tað fyri okkum.

Eitt, sum vit kunnu gleðast um við hesi skipanini, er, at hon sigur fyri okkum, um tað er hon, sum hevur skrivað uppgávuna ella ikki. Hetta skal skiljast soleiðis, at um vit seta stílin inn í skipanina, so annaðhvørt váttar hon ella avnoktar hon at hava skrivað henda stílin.

Ein annar spurningur er, hvat vit gera, um so er, at næmingar hava snýtt við hesi skipan. Geva vit støðumet? Geva vit -3 ella 00?

Hetta eru spurningar, sum lærarar, leiðslur og onnur avvarðandi standa við. Sum nú er, so ger hvør skúli ella lærari tað, sum viðkomandi metir er frægast. Hetta kann skjótt gerast ógreitt og fløkjasligt.

Eg hevði vónað, at ein reglugerð ella vegleiðing kom til okkum lærarar, so vit vistu, hvørjar avleiðingarnar eru, og so vit øll høvdu ein leist, sum vit fylgja.
Vit hava kent til hesa skipanina síðan tíðliga í ár, so tað er harmiligt, at vit ikki vita, hvussu vit skulu arbeiða nú próvtøkurnar eru. Vónandi eru vit øll klókari og betur fyrireikað, tá skrivligu royndirnar eru aftur á jólum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan