Tíðindi

Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags

Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags er ein upplagdur møguleiki at varpa ljós á alt tað góða arbeiðið, sum gongur fyri seg í skúlunum, í hesum førinum veðurlagið og umhvørvið. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

09.08.2022

Á hvørjum ári skipar Føroya Lærarafelag fyri Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Vinnarin er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum. Vinnarin verður avdúkaður á árliga aðalfundi Føroya Lærarafelags. Tvey tey seinastu árini hevur Skála skúli vunnið virðislønina. Veðurlagsvirðislønin er eitt gott høvi hjá næmingum og lærarum at fara í holt við ymiskt, sum hevur við veðurlag og umhvørvi at gera.

Hvør kann søkja?

Allir fólkaskúlar og frískúlar, sum hava virkað fyri burðardygd og arbeitt við veðurlagsavbjóðingum, kunnu søkja um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Tað kann vera allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur, ið hevur arbeitt við evninum.

Krøv til umsøkjarar

Virðislønin verður latin skúla, ið hevur lokið minst eitt av hesum krøvum:

Skarað framúr í arbeiðinum við útbúgving í burðardyggari menning.
Verið virkin í arbeiði at økja tilvitanina um, hvussu veðurlagsavbjóðingar kunnu loysast. Eitt nú við staðbundnum loysnum innan orkunýtslu, burturkast, nýtslu, keyp og flutning.
Fingið burðardygga menning við í arbeiðið ella undirvísingina á skúlanum.

Virðislønin

Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har afturat 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við burðardyggum loysnum á veðurlagsavbjóðingum.

Tá ið virðislønin er blivin handað á aðalfundum higartil, hevur tað verið soleiðis, at lærarar fara at tosa saman um ymiskt arbeiði og ymisk tiltøk, sum teir fáast við í sínum skúlum, og koma til ta niðurstøðu, at tað ofta snýr seg akkurát um tað sama sum Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Í fleiri skúlum verður arbeitt við tílíkum regluliga, men ikki nógv onnur enn tey, sum hava við skúlan at gera, vita um tað.

Lærarar kring alt landið eru raskir at seta alt møguligt spennandi í verk, men eru kanska ikki so raskir at fortelja um tað. Ivist onga løtu í, at tað er nógv áhugavert og gott, sum lærarar og næmingar í felag fara í holt við, men fá vita um tað. Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags er tí ein upplagdur møguleiki at varpa ljós á alt tað góða arbeiðið, sum gongur fyri seg í skúlunum, í hesum førinum veðurlagið og umhvørvið.

Harafturat ber til at vinna 25.000 kr, sum skulu brúkast til at menna tað arbeiðið, sum er byrjað, uppaftur meira.

Tað ber til at lesa meira um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags her: http://lararafelag.fo/ve%C3%B0urlagsvir%C3%B0isl%C3%B8n-1

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.