Tíðindi/Greinar

13. juli 2017

Verkligur skúli

Tað er áhugavert at hoyra, hvussu týdningarmikið tað er at fáa eina meiri verkliga breyt á Glasi. Sannføringin er, at næmingar, ið ikki eru bókligir, mugu hava atgongd til eina meiri verkliga útbúgving. Hesir næmingar mugu hava atgongd til eina tøknibreyt og sostatt hava møguleika at ganga í einum meiri tøkniligum og verkligum miðnámsskúla. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað er áhugavert at hoyra, hvussu týdningarmikið tað er at fáa eina meiri verkliga breyt á Glasi. Sannføringin er, at næmingar, ið ikki eru bókligir, mugu hava atgongd til eina meiri verkliga útbúgving. Hesir næmingar mugu hava atgongd til eina tøknibreyt og sostatt hava møguleika at ganga í einum meiri tøkniligum og verkligum miðnámsskúla.

Eitt sindur av kjaki hevur verið um, hvørt verklig breyt skal vera á Glasi, og um hetta hevur ávirkan á næmingagrundarlagið til tekniska skúlan í Klaksvík.

Tað, sum eg haldi vera áhugavert við hesum, er, at samstundis sum miðnámsskúlarnir togast um hesar næmingar, er ikki serliga stórt rúm fyri teimum í fólkaskúlanum. Fólkaskúlin hevur ikki royndir í, hvussu næmingar megna at loysa praktiskar uppgávur. Næmingarnir í fólkaskúlanum, sum veruliga duga væl í t.d. handverki og list, handarbeiði og smíð, og sum samstundis ikki eru eins dugnaligir og aðrir í bókligu lærugreinunum, verða ikki koyrdir til roynd í hesum, sum teir veruliga megna væl. Tað, sum næmingar tí læra, er, at tað bókliga telur mest, ímeðan tað handaverkliga arbeiðið ikki verður virt eins nógv.

Í Debatten á DR 27. apríl vísir Morten Ryom á, at skúlin er ov akademiskur, av tí at praktisku lærugreinarnar ikki verða máldar. So læra bæði bókligu næmingarnir eins væl og praktisk hegnigu næmingarnir, at tað er tað akademiska, sum telur. Tað er tí ikki av serliga stórum týdningi at vera praktiskt dugnaligur. Hann vísir á møguleikan fyri at kanna næmingarnar, hvørt teir duga og skilja funktiónirnar í einum vatnlási, ella møguliga sisternuni í eini kummu. Hetta er avgjørt snilt hjá flestu okkum at duga. Hóast tað, er tað tað bókliga, vit vísa størsta týdningin. Vit eru helst nógv, ið hava stóra gleði av dugnaligu handverkarunum, sum vit eiga her á landi.

So samstundis sum fólkaskúlin miðvíst vísir næmingunum, at tað týdningarmesta er at duga væl tað bókliga, og hetta er tað vit ynskja, tit læra væl, so ynskja Glasir og tekniski skúlin so inniliga at bjóða ikki-bókligu næmingunum eina verkliga miðnámsútbúgving. Er tað, sum Morten Ryom sigur, at vit veruliga mangla eina virðing fyri hesum lærugreinunum, sum eru so týdningarmiklar í okkara samfelag? Um so er, er tað so tað, vit ynskja? Og hví? Skuldi skúlin møguliga lagt størri dent á yrkisfakini?

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan