Tíðindi

Verkfallsrætturin skal ikki rørast

Yvirlýsing frá Fakfelagssamstarvinum

10.09.2018

Í viðmerkingunum til ólavsøkurøðu løgmans verður boðað frá, at samgongan umhugsar at skerja verkfallsrættin hjá fakfeløgunum. 

Á fundi í Fakfelagssamstarvinum í síðstu viku samtyktu tey seks feløgini at koma við hesi yvirlýsing um verkfallsrættin:

Rætturin at samráðast frítt, og rætturin at fara í verkfall eru vunnin gjøgnum hart stríð og drúgvar samráðingar. Fakfeløgini í fakfelagssamstarvinum kunnu tí á ongan hátt góðtaka nakra roynd at skerja hesi rættindi við lóg.

At ein sitandi løgmaður boðar frá, at samgongan arbeiðir við at avtaka fakfelagsarbeiðið við lóg, er undir alt lágmark. Ein tílík skerjing hevði effektivt beint fyri fría samráðingarrættindum, og tí verður einhvør roynd at leggja eitt tílíkt uppskot fram mett sum brot á verandi avtalur, og hetta fær tí avleiðingar. 
 

Tórshavn, tann 10. september 2018

Akademikarafelagið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Føroya Lærarafelag
Føroya Pedagogfelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag

Starvsmannafelagið


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.