Tíðindi

Ver virkin, ver saman og ver hugbundin

Sálarlig heilsa snýr seg um trivnað og at virka væl í gerandisdegnum – um alt tað, sum ger lívið vert at liva – tað, ið gevur lívinum meining, gleði og virði

16.11.2017

Upp á sama máta, sum tað er av týdningi, at vit hava eina góða likamliga heilsu, er tað av alstórum týdningi, at vit trívast og hava tað gott.

Monika Mohr, cand.mag. í sálarfrøði, heilsufremjan og heilsustrategi, er verkætlanarleiðari hjá Fólkaheilsuráðnum í einari verkætlan, sum eitur ABC fyri sálarliga heilsu.

Monika Mohr sigur, at ABC-verkætlanin kann verða brúkt upp á nógvar mátar í skúlahøpi. Á SSP-degnum – Kveikingardegnum – í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 3. november greiddi hon frá ABC-verkætlanini.

Gransking vísir, at við at vera virkin, partur av einum felagsskapi og at gera ymiskt, ið gevur meining fyri okkum, kunnu vit styrkja og røkja okkara sálarligu heilsu.

Fólkaheilsuráðið stendur fyri ABC fyri sálarliga heilsu, sum er ein verkætlan, ið er grundað á gransking. Við hesi verkætlan vil Fólkaheilsuráðið gera fólk varug við, at tað ber til at styrkja okkara sálarligu heilsu, og at tað hevur stóran týdning, at kommunur, feløg, skúlar og onnur skapa góðar umstøður fyri, at føroyingar kunnu styrkja sína sálarliga heilsu.

Við boðskapinum: Ver virkin, ver saman og ver hugbundin, vísir Fólkaheilsuráðið á, hvussu tað ber til at styrkja sálarligu heilsuna. Hetta eru ráð, sum tey flestu longu vita um, men kanska gloyma ella ikki fáa raðfest í gerandisdegnum.

ABC-boðskapurin er at vera virkin. Tey, sum eru virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga, hava betri sálarliga heilsu enn tey, sum ikki eru virkin.

ABC-boðskapurin er at vera saman. Tað er umráðandi fyri okkara sálarliga heilsu, at vit føla okkum at hoyra til og eru partur av einum felagsskapi. Vit kunnu vera saman við familju, vinum, starvsfeløgum, stórum og smáum bólkum. Vit kunnu vera saman í matklubba, bindiklubba, í fótbólti, í kóri ella rætt og slætt vera saman við gomlum vinum.

ABC-boðskapurin er at vera hugbundin, sum merkir at vera sera hugtikin av onkrum, ið gevur kenslu av meining og endamáli við lívinum. Tú kanst til dømis gera sjálvboðið arbeiði, klára eina avbjóðing ella hjálpa øðrum. Gert tú til dømis okkurt, tú ert errin av, styrkir tú sjálvsálitið og sjálvsvirðið.

- Vit vilja upplýsa um ABC boðskapin, um týdningin av at vera virkin, vera saman og vera hugbundin, og soleiðis gera fólk varug við, hvussu tey kunnu styrkja og røkja sína sálarligu heilsu. Gjøgnum samstarv við kommunur, feløg og stovnar vilja vit skapa betri karmar fyri, at føroyingar kunnu styrkja sína sálarligu heilsu. Tað kann skúlin t.d. vera við til. Hetta er kanska eisini tað, ið ger verkætlanina serliga, sigur Monika Mohr, verkætlanarleiðari.

Í skúlanum kann lærarin vera tilvitaður um at við at vera virkin, at vera saman, hugbundin, so kann hann stimbra ta sálarligu heilsuna í skúlanum.

Tað er trivnaður.

Eru lærararnir tilvitaðir um henda boðskapin, kunnu teir trívast betur. Tað kann eisini verða skipað fyri ymiskum átøkum fyri lærararnar, sum hava við sær, at teir eru tilvitaðir um, at teir føla, at teir hoyra til og hava góðar starvsfelagar.

Verður sipað til trivnaðin hjá næmingunum, kann tað í eitt nú undirvísingini í støddfrøði, ja, tónleiki, snúgva seg um sálarliga heilsu. Tey kunnu loysa krossorð og finna nøkur orð, ið eru knýtt at sálarligari heilsu. Tey kunnu skipa fyri myndakapping í skúlanum, ið er knýtt at sálarligari heilsu.

 Tað kann vera soleiðis í flokkinum sum heild, at tey royna at arbeiða við at at stimbra næmingarnar soleiðis, at teir føla, at teir hoyra til í flokkinum. Tað kann eisini vera soleiðis, at tey í fríkorterinum gera tað, sum allir næmingarnir kunnu vera við í.

ABC-verkætlanin er inkluderandi. Øll kunnu vera við í innihaldsríkum og meiningsfullum virksemi.

Foreldrini kunnu hava ein stóran leiklut í at spælibólkar eru heima hjá børnunum. Ein bólkur av børnum úr flokkinum við skiftandi samanseting er heima hjá hvør øðrum. Her er eisini umráðandi, at foreldrini koma inn til ein kaffimunn, tí tey kunnu vera við til at skapa jaligt samband millum børnini. Eitt, sum eitur "Spæliliðið" virkar í fríkorterinum, tá ið næmingar úr 7. flokki skipa fyri at spæla saman við teimum yngru næmingunum. Hetta eru góð átøk, her tað ber til at gera meira burturúr við at hugsa ABC inn í átøkini. Næmingarnir í 7. flokki eru t.d. tilvitaðir um at skapa innbjóðandi virksemi, ið er fyri øll og tykist meiningsfult hjá næmingunum, soleiðis at næmingarnir kunnu vera hugbundnir í virksemi saman við øðrum í fríkorterinum.

Tað ræður um at styrkja sambandið millum næmingarnar og millum lærararnar og næmingarnar. Tað er sera umráðandi at skapa eitt sálarliga heilsufremjandi umhvørvi í skúlanum.

Ætlanin er at stremba eftir at skapa trivnað fyri øll.

Myndin:

Monika Mohr, cand.mag. í sálarfrøði, heilsufremjan og heilsustrategi, er verkætlanarleiðari hjá Fólkaheilsuráðnum í einari verkætlan, sum eitur ABC fyri sálarliga heilsu

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.