Tíðindi

Vegleiðingar um hjálp til sjálvhjálp

Ein partur av arbeiðinum hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er at brynja arbeiðsgevaran og arbeiðsmarknaðin at loysa sínar egnu trupulleikar. Nýliga hevur stovnurin gjørt tríggjar vegleiðingar, sum allar so ella so allar hava við starvsfólk, ið eru rakt av álvarsligari sjúku, so sum strongd at gera.

8. juli 2020

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur framleitt hópin av vegleiðingum, tilfari og amboðum, sum hava til endamáls at vera ein hjálp hjá arbeiðsplássum at arbeiða fram ímóti góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi og at fyribyrgja arbeiðsskaðar. Á heimasíðuni hjá stovninum ber til at fáa hendur á vegleiðingunum og tilfarinum, eitt nú um, hvussu arbeiðsplássið kann arbeiða fyribyrgjandi, tá ið talan er um strongd, happing, kynsliga happing og so framvegis. Vegleiðingarnar og mannagongdirnar, sum stovnurin hevur gjørt, byggja allar á viðurkendar og granskingargrundaðar kanningar og arbeiðshættir úr øðrum londum.

Nýliga hevur stovnurin gjørt tríggjar vegleiðingar, sum allar so ella so allar hava við starvsfólk, ið eru rakt av álvarsligari sjúku, so sum strongd at gera. Tað er vegleiðing til umsorganarsamrøðu, vegleiðing um tilgongdina, tá ið starvsfólk kemur aftur til arbeiðis eftir strongd, og vegleiðing um tilgongdina við atliti at restini av starvsfólkunum, tá ið starvsfelagi verður raktur av álvarligari sjúku ella kreppu.

Endamálið við umsorganarsamrøðuni er at fyrireika starvsfólk, sum er sjúkrameldað vegna strongd, at koma til arbeiðis.

- Eitt starvsfólk hevur altíð rætt til at verða sjúkrameldað, og arbeiðsgevarin hevur í grundini ongan rætt at fáa nakað at vita um starvsfólkið; tað kann gera tað trupult hjá arbeiðsgevaranum at vita, hvat hann kann gera, tá ið talan er um starvið hjá viðkomandi. Men hóast arbeiðsgevarin ongan rætt hevur, merkir tað ikki, at hann ikki kann vísa áhuga fyri viðkomandi og spyrja, hvussu viðkomandi hevur tað og so framvegis. Hvussu nógv arbeiðsgevarin velur at gera, veldst sjálvsagt um, hvussu hann er sum persónur, og hvør ávísa støðan er. Eg vil tó siga, at sama hvussu og hvør viðkomandi er, so hevur tað ómetaliga stóran týdning, at arbeiðsgevarin hevur samband við tann, sum er sjúkrameldaður; at hann spyr, hvussu tann sjúkrameldaði hevur tað og vísir áhuga; hevur tann sjúkrameldaði ongan áhuga í hesum, kann viðkomandi geva tað til kennar. Er einki samband, er vandi fyri, at ótti, kanska óneyðugur ótti, kemur á tann sjúkrameldaða; spurningar, sum viðkomandi kann seta sær tá, eru: havi eg svikið arbeiðsplássið við at gerast sjúk, hvat hendir við mínum uppgávum, meðan eg ikki eri har og so framvegis, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Vegleiðingin, sum fevnir um, hvussu tann sjúkrameldaði kemur til arbeiðis aftur eftir strongd, varpar serliga ljós á strongdina; vanliga er samanfall millum arbeiðsplássið og strongd.

- Tað er ein royndur lutur, at tá ið fólk gerast sjúk av strongd, so hevur tað nakað við arbeiðsumhvørvið at gera, og tað er eisini ein sannroynd, at fólk skulu aftur til arbeiðis, og tey skulu trívast á arbeiðsplássinum. Tá eru vit á markinum millum arbeiðsumhvørvispolitikk og heilsupolitikk. Tað kann vera so nógv, sum kann elva til strongd, eitt nú ov nógvar uppgávur, ov lítil tíð at gera uppgávurnar, ov truplar uppgávur samanborið við ta vitan, viðkomandi hevur, og so kann tað eisini vera talan um uppgávur, sum ikki ber til at loysa av eini ella aðrari orsøk. Mangan gera fleiri viðurskifti seg galdandi, áðrenn ljósið hjá fólki brennur út. Eftir eina tíð verða tey flestu frísk aftur og skulu til arbeiðis, men kemur tann sjúkrameldaði aftur til arbeiðis til júst somu arbeiðsumstøður, so er eingin ivi um, at tað bara er spurningur um tíð, áðrenn tað aftur endar galið. Tí er avgerandi neyðugt, at fólk møta aftur undir eini skipaðari tilgongd. Til hetta hava vit gjørt eina vegleiðing; vit mæla eisini til, at umsorganarsamrøða verður gjørd. Umsorganarsamrøðan hevur tað við sær, at arbeiðsgevarin vísir umsorgan og virkar onkursvegna eitt sindur sissandi, men hon hevur eisini til endamáls at nærkast spurninginum, hvat tað var, sum fekk teg at fara út av eggini. Hvat kemur burtur úr hesi samrøðuni veldst nógv um, hvussu opin og fúsur tann sjúkrameldaði er at tosa, og sjálvandi eisini, hvussu sinnað arbeiðsplássið er at finna loysnir. Á flestu arbeiðsplássum ber til at finna loysnir og tillagingar, eisini í fólkaskúlanum, sum ber orð fyri at vera ein stirvin skipan við tímatalvu, sum skal ganga upp og so framvegis. Øll arbeiðspláss eru áhugað í, at tann sjúkrameldaði fær nøktandi arbeiðsumstøður, og at fyribyrgja, at tað, sum hendi, hendir aftur.

Triðja vegleiðingin er um, hvussu restin av starvsfólkabólkinum kann handfarast, tá ið ein starvsfelagi gerst álvarsliga sjúkur. Talan kann vera um álvarsliga sjúku, strongd, kreppu av ymiskum slagi og annað.

- Álvarslig sjúka ella kreppa millum starvsfólk ávirkar eisini starvsfólkahópin, sama um hann er stórur ella lítil. Tí hevur henda vegleiðingin fyrilit fyri arbeiðsumhvørvinum hjá starvsfólkahópinum.

Les alla samrøðuna við Leiv Persson í Skúlablað nr 3, 2020, sum er serblað um sálarligt arbeiðsumhvørvi


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.