Leys størv

Varaskúlastjóri til Fuglafjarðar skúla

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

• undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans

• dugir at samstarva og er fyrikomandi

• er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans

• kann standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning á skúlanum • undir fráveru skúlastjórans tekur ábyrgdina av leiðslu skúlans

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað kann vera ein fyrimunur at hava leiðsluroyndir og antin hava ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving.

Umsøkjarin eigur at hava:

• góð leiðslu- og samstarvsevni

• vilja og evni at royna nýggjar leiðir

• góðan málsligan førleika á skrift og í talu

• førleikar at taka neyðugar avgerðir og sinnaður at fara undir avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt í lønarflokki 34.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.

Starvið verður sett frá 1. august 2021 ella eftir nærri avtalu.

Umsókn við prógvi, CV og møguligum ummælum skal verða Jógvani Dahl, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. juli 2021 kl. 12.00.

Umsóknin verður stílað til : jogvan@dahl.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Dahl, skúlastjóra á tlf. 504456

Fuglafjarðar skúli hevur komandi skúlaár umleið 282 næmingar í 1.-10. flokki. Á skúlanum starvast 31 lærarar, 1 skrivstovufólk, 2 húsavørðar og 2 námsfrøðiligir stuðlar. Nýggi skúlin í Fuglafirði verður eftir ætlan tikin í nýtslu við skúlaársbyrjan 2021/2022.

Fuglafjarðar Skúli Mirmansvegur 48 FO-530 Fuglafjørður. Føroyar Tlf. +298 23 80 60.

E-mail: fug@skulin.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.