Tíðindi/Greinar

26. juni 2019

Vallærugreinar og kravdar lærugreinar

Tær vanligu, bókligu lærugreinarnar sum føroyskt, enskt og støddfrøði fylla ikki nógv í tosinum. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Vit hoyra javnan, hvussu tepur tímajáttanin hjá skúlunum kring landið er, og í sama viðfangi verður ofta farið at tosa um, at tað er so trupult hjá skúlunum at bjóða næmingum sínum í framhaldsdeild eitt líkinda vallærugreinatilboð. Førleikagevandi lærugreinar sum alisfrøði/evnafrøði og týskt fáa sjálvsagt hægstu raðfesting, og har fara so teir fyrstu sjey tímarnir, 3 til alisfrøði/evnafrøði og 4 til týskt. Teir næmingar, sum velja hesar báðar áðurnevndu lærugreinar, hava neyvan pláss fyri fleiri lærugreinum á tímatalvuni, og teir, sum bara velja alisfrøði/evnafrøði, fáa kanska 2-4 tímar afturat í onkrum øðrum vallærugreinum, til dømis heimkunnleika ella tónleiki. Tað er sjálvandi spell, at vallærugreinaúrvalið verður so avmarkað, men tað er ein støða, sum skúlaleiðslur eru blivnar vanar við og royna at loysa sum frægast.

Eg haldi tó viðhvørt, at hetta kjakið um vallærugreinar ger, at ymiskt annað, sum eisini er ógvuliga týðandi, ikki kemur fram í ljósmála. Her hugsi eg til dømis um allar hinar tímarnar, sum ikki eru vallærugreinar. Eg tosi um hinar 30 tímarnar um vikuna í framhaldsdeildini. Hvussu við teimum? Eg dugi væl at síggja, at vit skulu bjóða næmingum okkara eitt so fjøltáttað tilboð sum gjørligt, men tá ið vit tosa um vallærugreinar, tosa vit altso um 3 til 7 tímar um vikuna. Hesir tímarnir fylla øgiliga nógv í kjakinum, og tá ið skúlaleiðslur skulu leggja sítt vallærugreinatilboð til rættis, er tað eitt satt kynstur at royna at fáa sum mest burtur úr soltnu tímajáttanini.

Tær vanligu, bókligu lærugreinarnar sum føroyskt, enskt og støddfrøði fylla ikki nógv í tosinum. Upp á onkran máta eru tær bara har, og tað er tað. Og tað haldi eg vera spell. Hesar lærugreinarnar eru sjálvur bulurin í okkara skúlaskipan, og tær mugu ikki upp á nakran máta fara í gloymskuna. Tær fylla jú meginpartin av einari tímatalvu, og tað er okkara skylda og ábyrgd at røkja tær væl, soleiðis at vit alla tíðina fáa sum mest burtur úr teimum. Eg veit fullvæl, at hesar lærugreinar kunnu tykjast eitt sindur gráar og keðiligar og eru kanska ikki altíð tað, næmingarnir tíma best, men fyri tað eru tær sanniliga týdningarmiklar.

Hetta skal ikki skiljast á tann hátt, at eg haldi, at vallærugreinarnar skulu raðfestast lægri. Als ikki. Vallærugreinarnar eru við til at geva næmingunum eina fjølbroytta skúlagongd, og tað er bara gott. Lat okkum tó ikki gloyma allar tær kravdu lærugreinarnar og innihaldið í teimum, men heldur hugsa um alt skúlatilboðið, sum tað er.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan