Tíðindi

Upptøkusamrøður er ikki góð loysn

- Um Fróðskaparsetrið skuldi havt samrøður við øll tey, ið søkja inn á læraraútbúgvingina, so vóru vit noydd at umskipa tíðarkarmin, sigur Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya

14.01.2021

Eitt sjónarmið, ið hevur verið frammi í seinastuni, m.a. í Skúlablaðnum, er, at øll tey, ið søkja inn á læraraútbúgvingina, eiga at koma til eina samrøðu, soleiðis at ein møgulig lestrarupptøka ikki bara verður mett út frá próvtalinum, men eisini verður mett út frá einari heildarmeting av persóninum. Grundfatanin handan sjónarmiðið er hon, at ein er betur førur fyri at meta um, hvussu væl skikkaður persónurin er til námsfrøðiligu og samskiftisligu partarnar av lærarayrkinum við at hava eina samrøðu. Ein onnur fortreyt fyri sjónarmiðnum er, at ein bólkur av møguligum væl egnaðum framtíðar lærarum dettur niður ímillum, tí hesi ikki hava neyðugu próvtølini fyri at koma inn á útbúgvingina.

- Eg undrist eitt sindur á hetta sjónarmiðið, tí eg hevði væntað at hoyrt lærarar siga, at vit mugu velja teir best egnaðu næmingarnar, og at besti hátturin at meta um førleikarnar hjá einum næmingi er við at hyggja at teirra akademisku førleikum. Í Stórabretlandi er tað soleiðis, at lesandi, ið søkja inn á framhaldsútbúgvingina eftir trý ára bachelorútbúgving skulu til eina samrøðu. Soleiðis sum útbúgvingin er skipað í Stórabretlandi, taka tey lesandi fyrst eina bachelorútbúgving í einum ella fleiri lærugreinum og síðani eina masterútbúgving innan sjálvt lærarayrkið, og tað er bert í sambandi við hetta síðsta árið, at tann lesandi skal til eina samrøðu. Tá er umsøkjarin kanska 21 ella 22 ár og skal undir eina eitt ára útbúgving, og í tí førinum síggi eg væl fyrimunirnar við einari samrøðu. Men eg eri als ikki líka sannførdur um fyrimunirnar, tá ið talan er um ein lesandi, ið júst er liðug/ur við miðnám og skal undir eina fýra ára langa læraraútbúgving. Tí tú kemur at arbeiða við tí lesandi í eitt longri tíðarskeið og kanst harvið í nógv størri mun mynda og førleikamenna tann lesandi í mun til lærarayrkið. 

- Við eini kvotu 2-skipan er eisini ein skái fyri tey lesandi, ið kanska ikki hava røttu próvtølini, men hinvegin hava royndir og kanska eru meira eggjað at fara undir læraralesnað. Um Fróðskaparsetrið skuldi havt samrøður við øll tey, ið søkja inn á læraraútbúgvingina, so vóru vit noydd at umskipa tíðarkarmin, tí tey søkja inn við próvtølum, sum tey fáa í juni, og byrja lesturin longu í august.

Sum áður nevnt er Chik Collins ikki heilt sannførdur um, at tað er eitt gott hugskot við samrøðum, tá ið talan er um longri útbúgvingar. Hinvegin ásannar hann, at vandin sjálvandi er til staðar at missa væl egnað lesandi í skipanini.

- Um Fróðskaparsetrið skuldi broytt mannagongd og havt samrøður, so hevði eg gjørt hetta í tøttum samskifti við avvarðandi partar. Men eg skal so eisini verða tann fyrsti at viðganga, at ein persónur við bert hampiligum próvtølum í ungum árum kann menna seg nógv seinni, tí soleiðis var eg sjálvur. Fólk mennast í ymiskum stigum og tilgongdum, og her haldi eg, at kvota 2 loftar nøkrum teirra, sum kanska mennast seinni. 

Í Skúlablað blað 5 og 6 í 2020 eru samrøður við Chik Collins, rektara á Fróðskaparsetri Føroyum. Í ár hevur læraraútbúgvingin í Føroyum 150 ár á baki. Í seinnu greinini greiðir rektarin frá nøkrum av teimum tiltøkum, ið longu eru sett í verk ella væntandi verða sett í verk fyri at menna Námsvísindadeildina. Somuleiðis svarar hann upp á nakrar av atfinningunum, ið læraraútbúgvingin hevur fingið seinastu tíðina, og hann hugleiðir eisini um, hvørjar eginleikar hann, út frá egnum royndum, metir, at ein góður lærari skal hava.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.