Tíðindi

Uppskotið gevur ikki næmingunum trygd fyri smærri flokkum

Føroya Lærarafelag tekur undir við Barna- og útbúgvingarráðnum at minka floksstøddina frá 24 næmingum í hvørjum flokki niður á 20 næmingar. Uppskotið byggir á eina góða ætlan um, at vit skulu hava smærri flokkar, men sum uppskotið er orðað, gevur tað onga trygd fyri, at vit fáa smærri flokkar. Hinvegin tekur tað trygdina burtur fyri einum ovara marki fyri, hvussu nógvir næmingar kunnu vera í hvørjum flokkinum, og tað er eisini ógreitt, hvussu uppskotið skal umsitast. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

18.03.2024

Føroya Lærarafelag metir, at orðingin í uppskotinum eigur at verður greiðari, og mælir tí til hesa orðing: “§ 20. Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið ikki at fara upp um 20 í hvørjum flokkinum.”

Við lógaruppskotinum missa allir flokkar í fólkaskúlanum trygdina fyri einum ovara marki fyri næmingatalinum í flokkinum, bæði teir, sum eru í skúlanum í dag, og teir, sum koma í skúla komandi árini, men tað er ikki tað, ið viðmerkingar til lógaruppskotið siga.

Verður uppskotið samtykt, missa verandi flokkar trygdina fyri einum ovara marki. Í galdandi lóg er ásett, at “Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum”. Um uppskotið verður samtykt, fellur verandi lógaráseting burtur, sum setur eitt ovara mark fyri næmingatalinum í verandi flokkunum á 24 næmingar. Vit hava sæð flokkar við 26 og 27 næmingum, men um verandi lógargrein verður strikað, so er einki í lógini, sum forðar fyri, at tað vera 30 næmingar í flokkinum.

Uppskotið gevur heldur ikki komandi flokkum trygd fyri einum hámarki fyri, hvussu nógvir næmingar kunnu vera í flokkinum. Ásetingin í uppskotinum er: “Er næmingatalið í flokkinum hægri enn 20 við skúlaársbyrjan, kann skúlaleiðarin avgera at býta flokkin í tveir flokkar ella seta aðra fyriskipan í verk, undir hesum tvílæraraskipan o.a”. Við øðrum orðum verður einki ovara mark í lógini fyri, hvussu stórur ein flokkur kann vera. Tað er bara trygd fyri, at onkur onnur fyriskipan verður sett í verk, um næmingatalið í flokkinum fer upp um 20 næmingar. Tí kunnu fyri tað verða upp í 30 næmingar í flokkinum, bara onkur onnur fyriskipan er sett í verk.

Tað er ógreitt, hvussu uppskotið skal fyrisitast, um næmingatalið er hægri enn 20 næmingar. Uppskotið tryggjar ikki næmingunum smærri flokkar, men bara onkra aðra fyriskipan, um næmingatalið í flokkinum er hægri enn 20. Sum onkra aðra fyriskipan nevnir uppskotið tvílæraraskipan, men tvílæraraskipan er longu føst skipan í 1. og 2. flokki frá átjanda næminginum. Hvat merkir tvílæraraskipan, tá tað eru t.d. 28 næmingar í flokkinum? Er tað tá tveir lærarar í øllum tímunum ella bara einum parti av tímunum?

Í viðmerkingunum til uppskotið er víðari útgreinað, at um næmingatalið er hægri enn 20 næmingar, so kann skúlastjórin seta inn á annan hátt, eitt nú við at seta ein námsfrøðing inn í flokkin at arbeiða við trivnaði í flokkinum. Hendan viðmerkingin undrar stórliga, tí trivnaður og undirvísing ganga hond í hond, og lærarin kann ikki bara útveita arbeiðið við trivnaðinum í flokkinum. Aftrat tí er ásett í kunngerðini um flokslæraran, at “flokslærarin hevur ábyrgdina av at samskipa floksins arbeiði og taka hond um trivnaðin hjá einstaka næminginum”. Myndugleikarnir áttu tí heldur at givið flokslæraranum betri umstøður at arbeiða fyri trivnaðinum í flokkinum, heldur enn at tosa um aðrar fyriskipanir.

Lógaruppskotið er ætlað at minka um floksstøddina frá 24 til 20 næmingar, so at næmingarnir sleppa at vera undirvístir í smærri flokkum, og at lærarin hevur betri stundir til hvønn næmingin. Hetta uppskot gevur ikki næmingunum trygd fyri smærri flokkum ella meira tíð saman við sínum lærara, tí fer Føroya Lærarafelag at mæla frá, at uppskotið verður samtykt, sum tað fyriliggur.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.