Tíðindi

Umstøðurnar at taka ískoytisútbúgving eiga at verða bøttar

Tað er eingin ivi um, at tað er áhugi millum lærarar at fara undir eftir- og ískoytisútbúgving; tað ber bara ikki til, at lærarar skulu svíða fíggjarliga fyri at fara undir útbúgving um somu tíð, sum eingi útlit eru fyri at fáa meiri í lønarposan eftir at hava tikið útbúgvingina. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

18.10.2021

Tá ið eftir- ella ískoytisútbúgvingar verða lýstar, eigur ein greið ætlan at verða løgd, soleiðis, at tað eru lærarar úr øllum landinum, sum fara undir útbúgvingina, umframt at teir fáa møguleika at gera hetta í arbeiðstíðini, sum gevur teimum rúm fyri at fara undir útbúgvingina. Eisini eigur skeiðsgjaldið at verða goldið av Mentamálaráðnum. Tað heldur formaður Føroya Lærarafelags, Jacob Eli S. Olsen. Eru hesi viðurskiftini ikki í lagi, fara lærarar heilt einfalt ikki undir útbúgvingina, og tað var sjón fyri søgn, nú Námsvísindadeildin lýsti eftir umsøkjarum til útbúgvingina sum starvslæruvegleiðari.

- Tað er eingin ivi um, at tað er áhugi millum lærarar at taka hesa útbúgvingina; tað ber bara ikki til, at lærarar skulu svíða fíggjarliga fyri at fara undir útbúgvingina um somu tíð, sum eingi útlit eru fyri at fáa meiri í lønarposan eftir at hava tikið útbúgvingina. Sum er fáa tey, sum nema sær ískoytis- ella eftirútbúgving, onga eyka samsýning, hvørki tá ið talan er um arbeiðstíð ella løn. Mentamálaráðið eigur til komandi ár at havt gjørt eina skipan, eins og tað hevur verið, tá ið talan var um aðrar ískoytisútbúgvingar, har skúlarnir greitt fáa at vita, at teir skulu leggja upp fyri, at lærarar fara undir hesa útbúgvingina, og at lærarar fáa útbúgvingina goldna og kunnu fylgja lestrinum í arbeiðstíðini.

Saman við starvslæruvegleiðaraútbúgvingini hongur starvslæruskúlar. Gamli Venjingarskúlin í Havn var ein starvslæruskúli. Hann er søga nú, men vit eiga at venda aftur eina líknandi skipan, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Hesir starvslæruskúlarnir eiga at hava fleiri starvslæruvegleiðarar, kanska einar 10, soleiðis at teir gerast serliga skikkaðir í at taka ímóti læraralesandi. Tað hevði styrkt yrkisrættaða partin og starvslæruna hjá læraraútbúgvingini munandi, og eisini sambandið millum Námsvísindadeildina og starvslæruskúlan. Netverkið hjá læraraútbúgvingini at skipa yrkisrættaða partin av læraralestrinum hevði verið munandi størri. Tað merkir ikki, at tað bara skulu verða hesir starvslæruskúlarnir, sum taka ímóti læraralesandi, men at øll læraralesandi, t.d. fyrsta og seinasta lestrarárið, eru í hesum ávísu skúlunum. Tað hevur verið ført fram, at tað er at fara aftur í tíðina, aftur at tosa um ein venjingarskúla, men so er ikki, læraraútbúgvingin misti ein góðan møguleika at gera læraraútbúgvingina yrkisrættaða, tá ið vit mistu Venjingarskúlan, og hyggja vit út um landoddarnar, so hava grannalondini nýliga fingið líknandi skipanir við serligum starvslæruskúlum.

At ongar umsóknir komu inn til starvslæruvegleiðaraútvúgvingina, sigur einki um týdningin, hon hevur. Lærarafelagið hevur fleiri ferðir víst á, hvussu umráðandi tað er at útbúgva starvslæruvegleiðarar og akkersvegleiðarar, sum eisini er partur av somu útbúgving.

- Tað er eingin ivi í, at starvslæruvegleiðaraútbúgvingini, sum Námsvísindadeildini hevur snikkað saman, er sera góð; mín vón er tí, at komandi ár eru øll viðurskiftini komin upp á pláss, og í kjalarvørrinum á tí stórur áhugi at fara undir útbúgvingina. Felagið hevur áður víst á, at Námsvísindadeildin hevur góðan førleika at skipa útbúgvingina sum starvslæruvegleiðari, og hetta er avgjørt ein íløga, sum fer at menna læraraútbúgvingina, og sum Mentamálaráðið tí eigur at gera; og pengarnir eiga á ongan hátt at verða funnir innan verandi fíggjarkarmar hjá fólkaskúlanum ella Setrinum, tí at har er einki fíggjarligt rásarúm.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.