Tíðindi

Týskt - hvussu er støðan?

Hjá okkum í fólkaskúlanum er evnið tvíeggjað. Áðrenn kravið um týskt bleiv innført aftur, vóru tað nógv færri, ið valdu tað. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

22.09.2021

26. september fara týskarar á val at velja nýggjan kanslara eftir 16 ár við Angelu Merkel, “Mutti”, við róðrið. Altíð áhugavert, tá ið nýggjur leiðari skal veljast í búskaparliga risanum í Evropa. Í hesum sambandi hevur NÁM latið gjørt tilfar um valið og um týskan politikk annars. Tøkk skulu tey hava fyri tað.

Men hvussu er støðan annars við týskum í fólkaskúlanum, kundi ein passandi, í hesum sambandi, spurt. Hvussu hevur fakið tað, og hvussu passar tað inn í skúlan annars?

Týskt hevur, sum kunnugt, verið valfak í 8anda og 9anda flokki tey seinastu nógvu árini, 4 tímar um vikuna. Í nógv ár var tað kravt at hava týskt í tvey ár fyri at sleppa á málsligu deild, ella sum tað nú eitur, hugbreyt. Hetta bleiv avtikið fyri nøkrum árum síðani, men er nú aftur blivið krav. Hvat av hesum er rættari, eru tað sera ymiskar meiningar um. Summi halda, at gáttin inn á hugbreyt skal ikki vera ov høg, og halda tí ikki, at týskt skal vera krav. At kalla øll eiga at sleppa inn, tí tey mennast og búnast so ella so, tykist at vera tankin. Hini, sum ynskja at týskt skal vera krav, halda, at um tú ikki maktar týskt í fólkaskúlanum, maktar tú helst heldur ikki hugbreyt í heila tikið. Tá er betri at velja okkurt annað, tykist vera hugburðurin.

Hjá okkum í fólkaskúlanum er evnið tvíeggjað. Áðrenn kravið um týskt bleiv innført aftur, vóru tað nógv færri, ið valdu tað. Men har afturímóti vóru tey flest øll fakliga sterk og høvdu góðan hugburð til fakið.

Sum nú er, eftir at kravið um týskt er innført aftur, hava væl fleiri næmingar í 8anda og 9anda týskt, umframt alis- og evnafrøði, sum flest øll hava. Tey velja ofta bæði fakini fyri at tryggja seg at sleppa inn á miðnám. Og treyðugt so. Nógv makta tað, men fyri fleiri er tað tungt, og tí fella nøkur frá í týskum. Men tað er ofta ikki, tí at sjálvt týskfakið er ov krevjandi. Allur skúlin er ov krevjandi. Tímatalvan er alt ov stór. Næmingar í 8anda flokki ganga vanliga 38 tímar um vikuna í skúla. Einasti máti hjá næmingum at fáa tað lættari er at fara úr týskum. Hini fakini eru mest sum øll kravd. Tey hava einki annað val. Og tað er spell fyri týskfakið.

38 tímar um vikuna er alt í verðini ov nógv og má broytast. Spurningurin er bara hvussu?

Heldur enn at minka um tímatalvuna hjá næmingunum er tímatalið økt síðstu árini. Tríggir tímar eru komnir afturat inn um vikuna. Tveir tímar í samfelagsfrøði og ein í alis- og evnafrøði. Í sjálvum sær ein broyting til tað betra, men yvirskipað ein broyting til tað verra, tí samlaða tímatalið er ov stórt. Ov nógvir næmingar, meira og minni, troyttast av tí og missa partvís hugin. Tá er lítið vunnið. Ein broyting, týskfakinum at frama, kundi verið at havt fakið frá 6. til og við 9. flokki, men bara tveir tímar um vikuna. Hetta er eisini tað, ið Lærarafelagið mælir til.

Men umstøðurnar mugu betrast. At undirvísa 7. og 8. tíma hósdag og fríggjadag í týskum, bara tí tað er eitt valfak, eigur ikki at koma fyri.

Annars er mín greiða fatan, at næmingunum dámar væl týskt. Í hvørt fall teir, ið eg hava havt í 20 ár sum týsklærari. At geva næmingunum innlit í mál, mental og søgu hjá á leið 105 milliónum av miðevropearum hevur altíð tiltalað meg. Og vit eru í tí hepnu støðu, at týskt og føroyskt líkjast so nógv. Bæði eru kasusmál (4 føll) og 3 genus (kyn). So vit skulu bara halda áfram í góðum treysti.

Eitt margháttligt og heldur skemtiligt kjak í týska valstríðnum í hesum døgum er, um týskt framhaldandi skal vera eitt “mannfólkamál”. Skulu orð sum: Bürger, Kanzler, Islamist og Wähler framhaldandi øll vera kallkyn, spyrja summi. Tey flestu halda tó, at størri og álvarsligari mál áttu at verið á breddanum. Vit í Føroyum høvdu neyvan heldur ikki umhugsað at broytt kyn á hesum orðum.

Vónandi fær týskfakið betri sømdir framyvir, men eg ivist. Trupult er at broyta. Tað er eins og í týskum politikki, “keine Experimente”.   


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.