Tíðindi/Greinar

07.11.2017

Týdningarmikla millumliðið

Álitisfólkadagur verður 7. desembur, og tá verður høvi hjá øllum álitisfólkum at hittast og verða kunnað um viðurskifti so sum sáttmálan, arbeiðstíðaravtaluna og lønarflokkar. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað tykist sum um, at lærarar kring Føroyar eru misjavnir á máli um, hvørja vitan teir hava um eitt nú lønarstigan og onnur arbeiðsviðurskifti. Eisini kunnu ymiskir træðrir í Arbeiðstíðaravtaluni vera truplir at skilja.

Við Álitisfólkaskipanini ber til at tryggja, at lærarar kunnu fáa neyðuga kunning um júst hesi viðurskifti. Tí álitisfólk á skúlum og skúlaøkjum kunnu upplýsa lærarar um tílík viðurskifti. Í øllum førum ber til hjá lærarum at spyrja álitisfólk síni um møgulig ivamál.

Skipanin er so mangt annað enn júst hetta, tí álitisfólk eru eisini millumlið hjá lærarum og leiðslum, og tískil eru álitisfólk mangan hent í ivastøðum millum lærara og leiðslu.

Virksemisætlanin í felag

Tað er ein stórur trupulleiki á nógvum skúlum, at lærarar – uttan samskifti við leiðsluna – fáa virksemisætlanina í teirra kliva í septembur/oktobur mánaði. Virksemisætlanin fyri hvønn lærara skal gerast í samráð við lærara, og tað vita leiðslur, men trupulleikin er, at lærarar ikki altíð vita, at teir hava hesi rættindi.

Nevndin í Føroya Lærarafelagi fær fleiri ivaspurningar frá lærarum kring landið um júst hetta. At lærarar kenna seg settar til viks og við ongari ávirkan í teirra egna arbeiði.

Raðfesting

Leiðslur eiga ikki at undirmeta tørvin hjá lærarum at síggja sína egnu virksemisætlan, áðrenn hon endaliga verður fest á skjalið. Eisini er umráðandi hjá nógvum lærarum at hava eitt prát við leiðsluna – serliga um leiðslur ikki seta tíð av til starvsfólkasamrøður.

Vælvitandi, at leiðslur og skúlastjórar hava nógv um oyruni – kanska serliga við skúlaársbyrjan – so eigur leiðsla tó altíð at raðfesta sína egnu starvsfólk fremst.

Brúkið Álitisfólkadagin konstruktivt

Eftir loknan Álitisfólkadag eigur hvørt álitisfólk at fáa orðið á næsta námsfrøðiliga fundi í skúlanum, har tað kunnar lærarar um øll viðkomandi viðurskifti. Á hendan hátt fara lærarar helst at kenna seg betur klæddar til sítt arbeiði, samstundis sum leiðsla eisini er til staðar og fær neyðugar og neyvar upplýsingar um rættindi hjá starvsfólki sínum.

Limafundir fyri øllum lærarum í 2018

Fleiri onnur viðurskifti ørkymla lærarar í hesum døgum, nú landsins leiðsla hevur lagt pensjónsnýskipanina fram. Eftirløn og pensjónsaldur fara helst at mynda prátið komandi tíðina. Tískil fer Lærarafelagið at skipa fyri limafundum kring landið væntandi í fyrru hálvu í 2018, har eitt nú hesi viðurskifti verða greinað.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan