Tíðindi

Tøkni om igen

So er tøknin aftur á breddanum. Frakland gongur egnar leiðir við at seta forboð móti fartelefonum í skúlum. Tað verður spennandi at fylgja gongdini og síggja, hvussu tað fer at gangast teimum. Andrea á Rípuni, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, skrivar

21.08.2018

At loyva tøkni í skúlunum er bæði positivt og negativt; hví er tað so, at vit ofta hyggja at teimum negativu? Skúlar skulu, sum formaðurin í Lærarafelagnum nevnir á in.fo tann 6. 8 ´18, hava ein greiðan politik á økinum. Vit verða neyvan samd, um hvør tann politikkurin skal verða, men politikk mugu vit hava.

Eftir at Frakland hevði smíðað lóg, var ein stutt samrøða við Eyðdis Eidisgaard, skúlastjóra í Eysturskúlanum, í tíðindunum um teirra forboð, sum vardi í eina viku. Tað gekk væl, men hvar og hví vilja vit seta forboð. Kunnu vit seta forboð uttan at hava nakað at bjóða í staðin? Sjálv haldi eg ikki, at vit bert kunnu seta forboð og so vænta, at alt fer at laga seg, alt fer at verða sum fyrr. Okkara børn og ungu hava ikki somu sosialu førleikar, sum vit høvdu, tá vit vóru ung. Okkum nýtist ikki at hava eina meining, um tað er gott ella ringt, men soleiðis er tað bara. Okkara uppgáva er at geva børnum og ungum ein gerandisdag, har tey fáa høvi at vera sosial, spurningurin er so, um tey eru sosial á telefonunum? Eftir mínum tykki, nei.

Skulu vit so seta forboð fyri at noyða tey at vera sosial? Nei, tað skulu vit heldur ikki.  Mådelig pølse, segði Kálvur lítli á sinni. Vit mugu hyggja at aldri á børnunum og síðan meta um, hvat er best at gera. Vit kunnu seta forboð fyri telefonum í fyrsta fríkorteri, vit kunnu taka ávísar vikur við ongar tøkni, vit kunnu, og vit kunnu. Men alt er til fánýtis, um lærararnir, ið starvast á staðnum, ikki “hondhevja” ta avgerð, ið vónandi er tikin í felag.

Tøknin hevur eisini positivar síður. Tað er nógv, sum tøknin kann gera fyri tey, ið hava trupult at lesa. Tøknin kann eisini gera undirvísingina meiri áhugaverda, uttan at undirhald skal verða í miðdeplinum. Tøknin ger eisini, at tey, ið eru einsamøll, ikki kenna seg einsamallan alla tíðina.

Nú ljóðar tað kanska sum, at eg eri heitur talsmaður fyri tøkni í skúlunum; lat tað vera sagt, at so er ikki. Tøknin er sera oyðileggjandi fyri teir sosialu førleikarnar, ið eg haldi eru neyðugir. Næmingarnir duga eisini sera illa at skyna millum skemt og álvara, tá tey skriva og taka myndir, men at seta forboð er heldur ikki ein gongd leið. Tøknin er ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum, tað kunnu vit ikki bara “ignorera”. Vit vaksnu mugu heldur legga linjur, ið vit halda eru hóskandi og annars, sum fyrimyndir, vísa teimum hvussu tøknin kann nýtast.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.