Tíðindasavn
Tað er Nám, sum hevur goldið fyri rættindini til allar skúlar at nýta Orðabankan, og har eru tey greið yvir, at batar skulu gerast. Fyri eini tíð síðan var arbeiðsbólkur settur at arbeiða við hesum, og Annika Marr Poulsen og Fríðbjørg Hammer eru báðar í arbeiðsbólkinum; men hóast hann var settur í vár, er hann enn ikki farin til verka.
Regin Marnersson hevur nýliga tikið við sum stjóri í Námi. Hann váttar, at arbeiðsbólkurin er settur, men av tí at viðkomandi, ið skuldi taka sær av hesum, er farin í annað starv, er arbeiðsbólkurin ikki farin til verka enn.
- Bólkurin fer eftir ætlan til arbeiðis eftir at skeiðið, sum Nám skipar fyri um skúlan í netverkssamfelagnum, er farið afturum. Arbeiðsorkan í Námi røkkur ikki til fleiri stórar verkætlaninr samstundis sum nógvar lítlar eisini skulu haldast koyrandi.
Lesið drúgva samrøðu við Anniku Marr Poulsen og Fríðbjørg Hammer í Skúlablaðnum, sum júst er komið.
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.