Tíðindasavn


02.10.2015 Byrjanin skal vera so trygg sum gjørligt

Ingun Háberg Söderqvist, lesandi á Námsvísindadeildini á triðja ári, bloggar

 

Hvussu vita vit, at barnagarðsbarnið er búgvið til skúlan:) Nær er hóskandi hjá einum barni at læra seg at lesa:) Og hvussu lærir tað best at lesa:) Kunnu vit á nakran hátt byggja brýr millum tær kendu dagstovnarutinurnar og skúladagin, soleiðis at lopið ikki verður ov stórt at leypa:) Hví sleppa námsfrøðingurin, sum kennir barnið, og lærarin, sum ikki kennir tað, men skal “taka yvir”, ikki at tosa saman um barnið, tess menning og hvønn (kanska enn tá serligan) tørv tað hevur:) Er munur á at verða kallað barn og næmingur:) Hvør hevur ábyrgd av uppaling:) Kanst tú undirvísa uttan at uppala:) Og øvugt:)

 

Hesir og umleið áttatúsund aðrir spurningar hava flogið runt í høvdinum á mær, síðan eg byrjaði nýggju linjuna “Skúlabúgving og innskúling”. Eg havi eina lítla vón um, at teir verða svaraðir hetta skúlaárið, men havi varhugan av at nógvir av spurningum ikki kunna svarast upp á, fyrr enn eg verði liðug á læraraskúlanum og sjálv sleppi at royna meg sum lærara. Ástøðingar hava sikkurt góð boð upp á, hvussu tú skalt gera, og eg kann allarhelst lesa eina ørgrynnu av bókum, sum sálarfrøðingar og onnur serkøn hava skrivað um júst, hvat hendir í barninum, tá tað skiftir umhvørvi og onnur viðkomandi evni. Og tað fari eg eisini at gera. Men eg eri fyrireikað upp á, at tað er, sum við eini uppskrift upp á onkra avanseraða lagkøku, sum tú ongantíð hevur bakað fyrr. Tú veitst ikki, hvørjar trupulleikar ella forðingar, tú fert at møta áðrenn tú fert í holt við uppgávuna.

 

Eg havi ongan tjans at vita, hvørjum næmingum eg skal undirvísa, tá eg gerist liðug í skúlanum, og tá eg standi har og skal undirvísa trýogtjúgu 7 ára gomlum í lesing, har onkur hevur lisið í tvey ár, og onkur ikki dugir bókstavirnar í sínum egna navni – ja, ikki fyrr enn tá kann eg brúka ástøðini til nakað. Eg gleði meg! Men eg fari kanska ikki at hugsa, “hvat hevði Tønnesvang gjørt nú:)”, men eg rokni allíkavæl sjálvsagt við, at útbúgvingin á onkran hátt hevur verið við til at brynjað eitt sindur meira til uppgávuna. Tað vóni eg í øllum førum. Og linjan, eg havi valt, er í øllum førum áhugaverd, so hetta skúlaárið fer helst eisini at ganga skjótari, enn eg kann ímynda mær.

 

Í samband við allar hesar spurningarnar, sum mann fær, tá mann byrjar linjuna, vóru vit og vitjaðu Tofta skúla ein dagin. Tey hava eitt genialt samstarv millum skúlabólkin í barnagarðinum og skúlan/komandi flokslærara í 1. flokki, sum í stuttum inniber, at tá næmingarnir byrja í 1. flokki eftir summarfrítíðina, so hava teir longu verið og ‘trenað’ á skúlanum, teir hava sæð og verið saman við læraranum so og so leingi, og pedagogurin úr skúlabólkinum fylgir við í skúlan og samstarvar við læraran í nakrar tímar um vikuni í nærum eitt hálvt ár, tá tey eru byrjað í 1. flokki. Hesir tímarnir minka so við og við. Hetta er eitt samstarv sum í mínari verð virkar so fantastiska logiskt, at tað undrar meg, at ikki fleiri skúlar og dagstovnar eisini arbeiða soleiðis við skúlabólkinum. Tað eru sikkurt fleiri, sum eg ikki veit um, sum gera tað. Men vit áttu at gjørt alt fyri, at tey fáa eina so trygga og kenda byrjan upp á langa skúlalívið sum gjørligt.

   Byrjanin skal vera so trygg sum gjørligt Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.