Tíðindasavn


22.09.2015 Størri sjálvræði sambært fylgiskjali

Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

 

Í fylgiskjalinum til samgonguskjalið, Mál at fremja, stendur undir yvirskriftini, Dagstovnar og fólkaskúli: “Miðvís og skipað førleikamenning og eftirútbúgving av leiðslum, lærarum og námsfrøðingum verða settar í verk, og einstøku stovnarnir fáa størri sjálvræði”.

 

 

Seinni árini eru fleiri ískoytis- og eftirútbúgvingar av lærarum settar í verk. Umframt stytru skeiðini, sum Nám skipar fyri, fara í løtuni vegleiðara- og roknivegleiðaraútbúgving fram. Hetta er alt at fegnast um. Lærarafelagið hevur tó sóknast eftir, at ein ætlan fyri ískoytis- og eftirútbúgvingar verður løgd. M.a. grundað á eina tørvsmeting. Tá nýggja vegleiðaraútbúgvingin byrjaði á heysti 2013, høvdu minni enn helvtin av teimum 21 (skúla)vegleiðarunum, sum virkaðu í fólkaskúlanum, útbúgving. Somu støðu hava virkandi kt-vørðir í fólkaskúlanum verið í leingi. Fleiri ferðir hevur verið í umbúna at byrja nýggja kt-varðaútbúgving, men hvørju ferð eru aðrar útbúgvingar tiknar fram um. Í dag hava færri enn helvtin av virkandi kt-vørðunum í fólkaskúlanum útbúgving. Samstundis vita vit, at kunningar- og samskiftistøkni gerst størri og størri partur av læringini og gerandisdegnum í fólkaskúlanum.

 

 

Í framtíðini verða ískoytis- og eftirútbúgvingar grundaðar á læraraútbúgving á bachelorstigi. Enn er tað bert ein lítil partur av fólkaskúlalærarunum, sum hava bachelorútbúgving, men hugurin hjá verandi lærarum at taka bachelorískoyti, er stórur. Trongu fíggjarligu karmarnir gera, at eitt sera lítið tal av teimum, sum søkja, sleppa inn á ískoytisútbúgvingina (uttan so at tey gjalda úr egnum lumma). Avvarðandi myndugleikar áttu at sæð stóra áhugan millum lærarar fyri útbúgving sum eitt positivt tekin, og raðfest soleiðis, at nógv fleiri vóru upptikin.

 

 

Ein afturvendandi spurningur millum lærarar er, um niðurskurður í arbeiðstíðini verður veittur í sambandi við útbúgving. Í summum føri verur niðurskurður veittur eftir føstum leisti, í øðrum føri eftir eini meting og í summum føri verður als eingin niðurskurður veittur. Slíkar tilvildarligar mannagongdir eru ikki nøktandi. Fyrst og fremst er tað ein stór eyka arbeiðsbyrða at fara undir útbúgving og í øðrum føri vita lærarar, at einki lønarískoyti verður lætið fyri eyka útbúgvingar. Ein føst mannagongd fyri niðurskurð má skipast ongantíð ov skjótt. Og sokallaðu førleikaviðbøturnar mugu fáast at virka.

 

 

Tá tað kemur til skúlaleiðslur er støðan heilt margháttlig. Tað átti at verið sjálvsagt, at Mentamálaráðið raðfesti útbúgving av skúlaleiðslum, ja, at tað bart út var talan um eitt heiðursmál, at skúlaleiðslur vóru væl útbúnar. Men so er ikki. Mentamálaráðið skipar fyri skeiðum fyri skúlaleiðslum, men um talan er um og breiða førleikagevandi leiðsluútbúgving er ivasamt, í hvussu er ynskja fleiri skúlaleiðarar at útbúgva seg víðari. Mentamálaráðið eggjar heldur ikki leiðslum at útbúgva seg, tvørturímóti siga skúlaleiðarar, sum ynskja leiðsluútbúgving, at úr Mentamálaráðnum er eingin stuðul at fáa. Sum so ofta er ikki talan um illvilja, men heldur um at kassin er tómur.

 

 

At enda verður sagt, at “einstøku stovnarnir fáa størri sjálvræði”. Hesum kunnu ivaleyst øll taka undir við. Tað er bara ikki so einfalt, sum tað ljóðar. Fólkaskúlin er í dag bundin á hond og fót við eini óbendiligari tímajáttan. Játtanin er lutað út í minstu smálutir. Niðurbindingin kemst ikki av nøkrum ynski úr Mentamálaráðnum um at detailstýra fólkaskúlanum, men hinvegin tí, at tepra játtanin til fólkaskúlan krevur eina minutiøsa fíggjarstýring. Hóast tað verður ført fram, at skúlaleiðarar kunnu raðfesta og flyta millum lutaøki, so ber tað illa til, uttan at bróta fólkaskúlalóg ella avtalur um arbeiðstíð. Hvat er tað so sjálvræðið skal brúkast til:) Fólkaskúlalógin skal haldast, og sjálvt um onkur droymir um at beina fyri arbeiðstíðaravtaluni hjá lærarum, so skulu vit ikki so langt út um landoddarnar fyri at vita, hvønn ruðuleika tað hevur við sær. Skulu skúlaleiðslur hava størri rásarúm, so má fíggjarliga rásarúmið verða har eftir. Játtanin til fólkaskúlan er ov lág, tað vita øll, alt annað er uttanumtos.

 

   Størri sjálvræði sambært fylgiskjali Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.