Tíðindasavn


24.09.2015 Skúlasamstarvið millum Runavík og Toftir

Skúlarnir í Runavík og á Toftum við sínum millum 600 og 700 næmingum til samans hava samstarvað í mong ár, serliga um 10. flokk.

 

 

Tey hava havt breytardagar, tey rópa, sum tey hava samstarvað um. Hetta samstarvið er tveir dagar um vikuna, og næmingarnir hava kunnað valt tvær breytir, aðra hósdag og hina fríggjadag. Samstarvið fevnir um tvær ymiskar breytir, sum eru seks tímar hvør. Tað er seks tímar hósdag og seks tímar fríggjadag.

 

Tað hevur svingað eitt sindur, hvat ið hevur verið í breytunum, men fleiri tey seinnu árini hevur tað verið einamest ítróttur, heimkunnleiki, tónleikur, list og drama og íverksetan. Av og á hava tey havt handarbeiðsbreyt og handverkarabreyt.

 

Í ár hava tey fýra ymiskar breytir: tvær ítróttarbreytir, fýra køksbreytir, eina tónleikarbreyt, eina dramabreyt og tvær íverksetanarbreytir.

 

- Skúlasamstarvið millum Runavík og Toftir fevnir í høvuðsheitum um 10. flokk, men vit samstarva eisini um 8. og 9. flokk. Tað fóru vit undir í fjør og halda fram við tí í ár, sigur Durita Joensen, stjóri í Runavíkar kommunuskúla. Durita heldur til í Skúlanum við Løkin.

 

Hon sigur, at í 10. flokki samstarva tey eisini – alt eftir næmingatali – um valfríar lærugreinir. tey kunnu haraftrat samstarva um allar hinar vanligu lærugreinirnar. Summir næmingar í Runavíkar Kommunuskúla fara í ár út á Toftir til alisfrøði og evnafrøði.

 

- Men annars hava vit føroyskt, danskt, enskt og rokning her umframt alis- og evnafrøði, sigur skúlastjórin.

 

Í 8. og 9. flokki samstarva tey eisini. Tey byrjaðu við tí í fjør, men sjálvandi fylgja tey við eftir alt prátið um fótbóltsbreytina í Havn. Tey fylgja við úti á bygdunum.

 

- Vit liggja soleiðis fyri, at vit eru passaliga nær við Havnina. Onkrir næmingar gjørdu av at fara til Havnar fyri at fáa fótbóltsbreytina við.

 

Durita Joensen heldur tó, at har inni í Runavík og á Toftum eiga tey ivaleyst at geva næmingunum okkurt annað tilboð eisini, tí tey ásanna, at skúlin má flyta seg alla tíðina. Sjálvandi innanfyri tað, sum er lógarkrav hjá skúlanum.

 

Í fjør royndu tey so við einum breytartilboði seks tímar um vikuna, og tá kundu tey velja millum fótbóltsbreyt, rørslubreyt og handarliga breyt. Tær tríggjar vóru høvuðsbreytirnar, og inni í bæði rørslubreytini og handverks- og listbreytini eru eisini tónleikur, svimjing og heimkunnleiki.

 

- Alt hetta samstarvaðu vit um í fjør og hildu, at tey eydnaðist so mikið væl, at vit avráddu at royna tað aftur í ár, sigur Durita Joensen, skúlastjóri. So nú fevnir tað bæði um 8. og 9. flokk.

 

Hetta breytarsamstarvið millum Runavík og Toftir byrjaði fyri fleiri árum síðan eftir, at Marita Dalsgarð varð skúlastjóri á Toftum.

 

Tofta skúli hevur á heimasíðu síni loysnarorðið 'Øðrvísi skúlatilboð: Tofta skúli og Runavíkar Kommunuskúli bjóða næmingunum í 8.-9. flokkunum eitt øðrvísi skúlatilboð 2015/16'.

 

 

Myndirnar:

Durita Joensen, stjóri í Runavíkar Kommunuskúla, og Marita Dalsgaard, skúlastjóri á Toftum, fegnast um tað drúgva breytarsamstarvið millum skúlarnar báðar

 

TEKSTUR: Sonne Smith

   Skúlasamstarvið millum Runavík og Toftir Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.