Tíðindasavn
Í mai var kanning av happing í fólkaskúlanum løgd fram. Katrin av Kák, cand. mag. og cand. ped.psyk, og Olga Biskopstø, cand. comm, gjørdu kanningina fyri Fróðskaparsetur Føroya; ein fylgibólkur, umboðandi Mentamálaráðið, Føroya Lærarafelag, Heim og skúla og Skúlaleiðarafelagið, hevur fylgt arbeiðnum.
2.200 næmingar í øllum 5., 7. og 9. flokkunum fólkaskúlanum eru spurdir í kanningini. Í frágreiðingini, sum er gjørd í sambandi við kanningina, verður neyvt greitt frá, hvat happing er, og hvussu torgreidd happing kann vera.
At varpa ljós á happing er altíð aktuelt, ikki minst í hesum døgum, nú vit í fjølmiðlunum hoyra um eitt grelt dømi um happing. Í Degi og viku mánakvøldið sóu vit eitt innslag, har samrøða var við eini foreldur, ið eiga dóttur, sum verður happað. Í somu sending var samrøða við Annu Dalsgaard, lærara og ráðgeva í happing. Brotini kunnu síggjast og hoyrast her:
http://kvf.fo/netvarp/sv/2015/09/21/dagur-vika#.VgFQLpeoMZY
http://kvf.fo/netvarp/sv/2015/09/21/20150921annadalsgaard#.VgFP_5eoMZY
http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/09/22/happing-ngv-fgur-or-men-einki-hendir#.VgFPspeoMZY
Á myndini er Katrin av Kák avmyndað saman við Olgu Biskopstø.
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.