Tíðindasavn


12.11.2015 Við talgildu amboðunum læra næmingarnir um alla verðina

Fyri André F. Danielsen, lærara og telduvørð í Stranda skúla, er tað als eingin ivi. Teldlar, teldur og samvirknar talvur eru góð og neyðug amboð í dagsins skúla, og trupulleikin við at børn sita ov nógv við teldum snýr seg um frítíðina og ikki gerandisdagin í skúlanum.

 

- Ung hava ongantíð havt so góðar møguleikar at læra, sum tey hava í dag. Við talgildu amboðunum læra tey um alla verðina, og tey kunnu fáa vegleiðingar um alt møguligt. So sjálvandi kunnu teldur og net vera góð amboð, staðfestir André F. Danielsen.

 

- Sum samfelag hava vit ábyrgd av at læra børn okkara so væl sum møguligt, og tá teldlar gera læringina betri, innovativari og effektivari, so kunnu vit ikki láta sum einki.

 

Stranda skúli var millum fyrstu skúlarnar í Føroyum, sum keyptu teldlar til allar sínar næmingar. Hetta gjørdu tey á vári 2011. Teldlarnir verða brúktir sum samskiftis-, lesi- og skriviamboð. Sambært telduvørðinum er tað ymiskt, hvussu nógv lærararnir brúka teldlarnar, men øll brúka teir eitt sindur.

 

- Í teimum yngru flokkunum ger lærarin av, nær og hvussu teir brúka teldlarnar. Tá tey ikki brúka teldlarnir at arbeiða við, verða teir lagdir burtur. Teir liggja ongantíð og órógva, og higartil hava yngru flokkarnir heldur ikki fingið teldlarnar heim við.

 

Í teimum eldru flokkunum sleppa næmingar at hava teldlarnar heim við, og teir kunnu eisini brúka teir í onkrum fríkorterum. 

 

- Men okkara royndir eru, at næmingarnir ikki gerast dølskir ella asosialir. Tey spæla framvegis nógv bæði úti í garðinum og inni í fimleikahøllini, har tey sleppa inn hvørt fríkorter.

 

- Eg haldi, at tíðin er farin frá at tosa um, um vit skulu hava talgild amboð ella ikki. Nú mugu vit fara í holt við at kjakast um, hvussu vit brúka tey, sigur André F. Danielsen.

 

- Tað kann vera, at summi børn brúka alt ov nógva tíð at spæla á teldu. Men tað gera tey í frítíðini við hús. Vit mugu ikki lata spurningin um teldlar sum leikutoy stýra okkara kjaki um teldlar sum skúlaamboð, tí so flyta vit okkum ikki.

 

Lesið drúgva samrøðu við André F. Danielsen, Nú er tíð at taka næsta stigið, í Skúlablað nr 5, 2015

 

   Við talgildu amboðunum læra næmingarnir um alla verðina Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.