Tíðindasavn


16.09.2015 Brúgvin í Runavík

32 næmingar í tveimum bólkum eru í forskúlanum Brúnni í Runavíkar kommunu, so har eru tveir lærarar og tveir námsfrøðingar. Har eru eisini einstakir næmingar við serligum tørvi, so tey hava tveir aðrar námsfrøðingar, ið eru stuðlar

 

- So her eru í veruleikanum seks starvsfólk, sigur Durita Joensen, stjóri í Runavíkar Kommunuskúla.

Runavíkar skúli er ein av landsins størstu við einum 430 næmingum umframt teimum 32 børnunum í forskúlanum.

Tann 17. august í ár læt forskúlin Brúgvin upp í Runavíkar kommunu. Brúgvin heldur til í Glyvra skúla. Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla, sum fevnir um Skúlan við Løkin og Glyvra skúla, hevur ta dagligu leiðsluna av forskúlanum

Durita Joensen, heldur, at tað gongur væl við Brúnni, ið sambært henni fekk eina góða byrjan.

Hon sigur, at tað eru longu fleiri ár síðan, tey fóru at arbeiða við málinum, og longu í 2007 hevði kommunan inni hjá Mentamálaráðnum um loyvi at stovna forskúlan. Mentamálaráðið játtaði, men undir teimum treytum, at forskúlin varð mannaður við námsfrøðingum. Runavíkar kommuna vildi hava hann mannaðan bæði við einum lærara og einum námsfrøðingi.

Tað datt niðurfyri tá, og tað var av ymsum grundum, eitt nú, at kommunan skuldi byggja nýggja skúlan við Løkin. Tær fíggjarligu umstøðurnar gjørdust soleiðis, at Runavíkar kommuna átók sær ikki sjálv at løna lærarum og námsfrøðingum í forskúlanum.

- Vit hava so alla tíðina arbeitt spakuliga við at fáa tað í gongd kortini og hava havt umsókn inni hjá kommuni á hvørjum ári síðani, sigur Durita Joensen, skúlastjóri.

Nú var kommunan so til reiðar. Við eini býráðssamtykt varð avgjørt, at forskúli skuldi skipast fyri tey 6 ára gomlu.

Forskúlin Brúgvin er skipaður nøkulunda sum tann í Eysturkommunu við, at á Brúnni er ein námsfrøðingur og ein lærari, men kommunan rindar allan forskúlan. Hon lønar eisini lærarunum.

- Vit hava í ár 32 næmingar í tveimum bólkum í forskúlanum, so vit hava tveir lærarar og tveir námsfrøðingar, og her eru eisini einstakir næmingar við serligum tørvi, so vit hava tveir aðrar námsfrøðingar, ið eru stuðlar, so her eru í veruleikanum seks starvsfólk, sigur Durita Joensen.

Síðani Runavíkar Býráð samtykti at stovna forskúla heldur enn ansing í barnagarðinum, hava tey arbeitt við skipanini – hvussu tað skuldi gerast. Kommunan gav teimum loyvi til at innrætta hølini og seta starvsfólk so mikið tíðliga – tað var longu í mars í ár – at tey vóru til arbeiðis longu í vár sum ein liður í fyrireikingunum til at lata forskúlan upp í august.

Í fyrstani vóru fleiri foreldur ivasom, ivaleyst tí tey vistu ikki, hvussu ein forskúli virkar, og hvussu hann er skipaður yvirhøvur. Men longu nú tykist ivin at kámast, tí tað gongur samanumtikið væl við Brúnni.


Myndin:
Durita Joensen, stjóri í Runavíkar kommunuskúla, heldur, at tað gongur væl við forskúlanum Brúnni, ið sambært henni fekk eina góða byrjan í august í ár

 

TEKSTUR: Sonne Smith

   Brúgvin í Runavík Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.