Tíðindasavn


14.09.2015 Hvat kunnu vit vænta?

Nú nýggj samgonga skipar landsins stýri, er einki forgjørt í at vænta broytingar og enntá batar. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

 

Eingin við sína fullu fimm vil fólkaskúlanum nakað ónt og góð orð, og ynski tróta ikki. Soleiðis var eisini í valstríðnum upp undir løgtingsvalið. Men øll, sum starvast í fólkaskúlanum, vita, at vit kundu ment fólkaskúlan munandi og havt ein enn rúmligari fólkaskúla, um samsvar var millum játtanina á fíggjarlógini til at reka fólkaskúlan, og tær uppgávur ein dagførdur fólkaskúli eigur at taka á seg ella fær álagdar.

 

Tað er ivaleyst rætt, at tað eru aðrar loysnir at fíggja framhaldandi rakstri av fólkaskúlanum, og enntá menna fólkaskúlan, enn at hækka játtanina á fíggjarlógini. Men hesar loysnir krevja stórar og sannlíkt “ópopulerar” avgerðir, og trupult er eisini at klæða tær í námsfrøðiligan ham. Í fyrstu syftu verður hugsað um nógv umrøddu bygnaðarbroytingar, sum eisini, eitt sindur hálvhugað, vóru nevndar í valstríðnum. Vit hava nógvar skúlar, harav nógvir eru smáir. Ivaleyst kitlar onkrum í grip at niðurleggja smærru skúlarnar. Tað er eingin gransking, sum eintýdd vísir, at størri skúlar eru gagnligari fyri næmingin enn smáir skúlar. Tað er sjálvsagt, at størri skúlar, við einum breiðari starvsfólkahópi, kunnu gagnnýta ymisku førleikarnar betur, men annað er, hvussu hesir fyrimunir verða raðfestir, ella um tað yvirhøvur er rúm fyri at gera raðfestingar. Sum er, eru tað kommunurnar sum skipa skúlabygnaðin, og tær stóru bygnaðarbroytingarnar higartil eru gjørdar innan kommunumark. Er tað hugsandi, at løgtingið fer at taka kommunurnar av ræði og lóggeva bygnaðarbroytingar tvørtur um kommunumark:) Ein bleytari útgáva av skúlasamanlegging er at leggja skúlar undir somu leiðslu. Nýyrðið fjarleiðsla lýsir leistin sera væl, tí úr einum meira jarðbundnum sjónarhorni merkir tað, at ein ella fleiri skúlar onga leiðslu hava á staðnum, og tað hava skúlar, sum halda til á fleiri støðum, longu ringar royndir av.

 

Tað, sum Mentamálaráðið í síni ómegd longu roynir at gera, er, eftir donskum leisti at fáa lærarar sjálvar at rinda fyri sparingarnar á fólkaskúlaøkinum. Soleiðis er tann parturin av ársverkinum hjá einstaka læraranum, sum kemur undir aðrar uppgávur í samband við undirvísing, tódnaður munandi seinnu árini. Lærarar skulu undirvísa størri part av samlaðu arbeiðstíðini. Fyri hvønn tíma ein lærari undirvísir meira, minka lærarastørvini í hinum endanum. Hugsað verður ikki hugsað um dygdina í undirvísingini, men um úrslitið á botnlinjuni. Men hvussu nógv meira kann Mentamálaráðið kroysta sitrónina, áðrenn vit fáa danskar “tilstandir”:)

 

Fyri tretivu árum síðan komu partarnir, Føroya Lærarafelag og Føroya Landsstýri, ásamt um, at skyldiga tímatalið hjá lærara skuldi vera 27 tímar um vikuna. Við allari virðing fyri teimum lærarum, sum tá starvaðust í fólkaskúlanum, so er lærarastarvið í dag nógv meira fjøltáttað og avbjóðingarnar nógv fleiri. Tað er avgjørt einki, sum talar fyri, at undirvísingartímatalið eigur at hækka heldur tvørturímóti.

 

 

   Hvat kunnu vit vænta? Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.