Tíðindasavn


14.09.2015 Seturskúlin framvegis skerdur

Føroya Lærarafelag noktar framvegis limum sínum at fara á seturskúla við næmingum uttan so at lærarar fáa løn afturfyri.



Á fundi, sum Heim og skúli skipaði fyri hálvan august í sambandi við løgtingsvalið, segði Bjørn Kalsø, fyrrverandi landsstýrismaður við skúlamálum, at tað er upp til skúlaleiðslurnar at raðfesta seturskúlan ella ikki. Á fundum kring landið í várið boðaði Mentamálaráðið skúlaleiðslum frá, at skerjingar vóru gjørdar m.a. í játtanini til tímar til seturskúla. Formaður Føroya Lærarafelags sigur til útsøgnina hjá landsstýrismanninum, at tað ber ikki til hjá skúlaleiðslum at raðfesta seturskúlan fram um annað, tí tað ber ikki til at flyta tímar sum ikki eru har.
- Tá ið allar kontur eru spardar inn á bein, er eingin konta at fara eftir. Tað sigur seg sjálvt. At siga at hetta er ein spurningur um raðfesting er at tosa ímóti betri vitan, tí landsstýrismaðurin veit væl, at hetta ber ikki til. Og at krevja, at lærarar fara á seturskúla uttan at fáa løn afturfyri, ber ikki til, sigur Herálvur Jacobsen.

 

Føroya Lærarafelag noktar tí framvegis limum sínum at fara á seturskúla við næmingum uttan so at tímar eru skrásettir í virksemisætlanini sambært galdandi avtalu.
- Óvissan í sambandi við framdu skerjingarnar setur nógvar lærarar í tvístøðu, og vit vita, at lærarar vilja toyggja seg langt áðrenn ætlaðar seturskúlaferðir verða av ongum, men okkum kunnugt virða allir skúlar fráboðanina frá felagnum. Vit hava bara hoyrt um ein skúla, sum er farin á seturskúla við næmingum sínum, uttan at vissa er fyri at tíðin verður skrásett. Tað harmast vit sjálvandi um.

 

Sambært galdandi avtalu skal lærari, ið fer á seturskúla við næmingum, hava 14 tímar skrásettar í arbeiðstíðini fyri fyrsta umframt annan dagin og 10 tímar fyri fylgjandi dagar seturskúlaferðin varir. Sambært Mentamálaráðnum verður hetta skúlaárið játtað skúlum læraratímar fyri triðja hvønn flokk tveir dagar í part. Í flestu skúlum er hetta ein munandi skerjing, og í summum skúlum forkemur hetta drúgvum siðvenjum um seturskúla.

   Seturskúlin framvegis skerdur Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.